Stuðul umsitast betur so hann fer á rættan stað

Stuðul umsitast betur so hann fer á rættan stað
Útoyggjastuðulin er ov lítil og kemur ikki altíð í rættar hendur
Tyrlurnar flyta fólk og farm til og úr útoyggj. Atlantsflog umsitur 350.000 kr., Strandferðslan 550.000 kr. og Posta 100.000 kr. av stuðlinum til útoyggj.
 
31.07.2018 - 11:03

Útoyggjastuðulin - ein millión krónur um árið - kemur ikki altíð teimum til góðar, sum hann er ætlaður.

Í ískoytinum til frágreiðing løgmans ólavsøkudag skrivar Samferðslumálaráðið, at bara tey, sum búgva í útoyggj, eiga at fáa stuðulin.

Men okkurt bendir á, at umsitingin má skipast betur, so at bara tey, sum stuðulin er ætlaður, fáa burturav. 

Skotið hevur verið upp, at flutnings-feløgini, Atlantic Airways, Strandfaraskip landsins og Posta, sum umsita pengarnar, útflýggja eitt kundanummar og krevja váttan um flutningin, til dømis farmabræv.

Samferðslumálaráðið sigur eisini, at stuðulin er ov lítil, tí hann røkkur bara til hálvt ár.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 20. september
Bolero
213531
Sunnudag 20. september
Guðstænasta í Glyvra kirkju
213526
Sunnudag 20. september
Filosofiskur 2. partur
213469
Leygardag 19. september
Jambalaja - 190926
213511
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 20. september
Andakt
213532
Sunnudag 20. september
Guðstænasta úr gjónni við Gjógv
213527
Fríggjadag 18. september
Veðrið
213493
Fríggjadag 18. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213473
Hósdag 17. september
Veðrið
213424