Landsverk fyrireikar tunnil til Fámjins

Landsverk fyrireikar tunnil til Fámjins
Sambært Landsverki komu boð frá landsstýrismanninum í samferðslumálum um at fara undir Fámjinstunnilin og teimum boðum fylgir Landsverk
 
02.08.2018 - 12:52

Sambært Landsverki komu boð frá landsstýrismanninum í samferðslumálum um at fara undir Fámjinstunnilin og teimum boðum fylgir Landsverk, inntil onnur boð eru komin.

Landsverk hevur biðið um loyvi frá lokalu friðingarmyndugleikunum um at fara undir verkætlanina og sambært Jaspuri Vang, sýslumanni og formanni í friðingarnevndini, so verður avgerðin frá teirra síðu væntandi klár í komandi viku. Eftir tað er ein kærufreist á fýra vikur og síðan skal málið til yvirfriðingarnevndina at taka støðu til.

Yvirfriðingarnevndin hevur fund aftur 20. august og kann longu tá velja at staðfesta avgerðina hjá lokalu friðingarmyndugleikunum, treytað av, at eingin kæra kemur inn áðrenn kærufreistin er liðug.

Kemur tað ikki fyri yvirfriðingarnevndina í august, so kemur tað væntandi fyri seinast í september.

Tað merkir, at Landsverk kann hava loyvi at fara undir Fámjinstunnilin longu í september ella oktober og koma eingi boð um nakað annað, so verður farið undir arbeiðið.

Landsverk hevur keypt maskinur fyri millum fýra og fimm milliónir úr Noregi, ið skulu brúkast til teir smáu tunlarnar, ið tunnilsliðið skal gera.

Ósemja er í samgonguni um, hvør tunnil skal koma fyrst, tann til Fámjins ella tann til Dals. Henrik Old, landsstýrismaður, hevur givið boð um at fara undir Fámjinstunnilin fyrst tí hann er skjótari at avgreiða meðan arbeitt verður víðari við Dalstunlinum. Ruth Vang, forkvinna í fíggjarnevndini, hevur hinvegin sagt, at semja var gjørd í samgonguni um, at Dalstunnilin skuldi gerast fyrst.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 13. september
Guðstænasta í Dals kirkju
213163
Sunnudag 13. september
Bolero
213160
Sunnudag 13. september
Credo: Filosofiskur (1)
213158
Leygardag 12. september
23. Jambalaja - 120926
213152
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 13. september
Andaktin við Christiani Gabrielsen
213166
Sunnudag 13. september
Guðstænasta úr Dals kirkju
213161
Fríggjadag 11. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213145
Fríggjadag 11. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213091
Fríggjadag 11. september
Veðrið
213136