Fleiri skottilburðir í Chicago um vikuskiftið

Fleiri skottilburðir í Chicago um vikuskiftið
Tað hevur verið eitt blóðugt vikuskifti í Chicago í USA. Tilsamans 44 fólk eru skotin, og fimm teirra eru deyð.
Fox News
 
06.08.2018 - 09:47

Sunnumorgunin, klokkan hálvgum tvey og tríggjar tímar fram, vóru 30 fólk skotin og tvey dripin í tíggju ymiskum skottilburðum.

Í minst einum føri var talan um skot móti eini mannamúgvu, sum helt sær á gaman á gøtuni.

Av teimum særdu er tann elsti 62 og yngsti 11 ár.

Undan ógvusliga sunnudegnum vóru seks skottilburðir fríggjadagin og 15 leygardagin. Leygardagin var tað ein, sum doyði.

Men hóast hesi tølini kanska tykjast ógvuslig, vísa hagtøl, at tað eru 30 % færri skottilburðir í ár samanborið við í fjør og talið av morðum er somuleiðis minkað við 25 %.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 14. mai
Guðstænasta í Vesturkirkjuni
208362
Hósdag 14. mai
Dylan 85 (2:4)
208360
Mikudag 13. mai
Skratsj 13. maj
208309
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 14. mai
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
208366
Hósdag 14. mai
Andakt
208365
Mikudag 13. mai
Andaktin - teknmálstulkað
208343
Mikudag 13. mai
Misery - teknmálstulkað
208313