Harðligar mótmælisgongur í Rumenia

Harðligar mótmælisgongur í Rumenia
Eitt øgiligt rok var í rumenska høvuðsstaðnum, Bukarest, í gjárkvøldið. Tíggjutúsundtals fólk gingu mótmælisgongu móti sosialdemokratisku stjórnini.
Mynd: France24  
 
11.08.2018 - 16:15

Eitt øgiligt rok var í rumenska høvuðsstaðnum, Bukarest, í gjárskvøldið. Tíggjutúsundtals fólk gingu mótmælisgongu móti sosialdemokratisku stjórnini í Rumenia. Tað skrivar DR. 

Framman fyri stjórnarbygninginum, mitt í býnum, royndu fleiri fólk at treingja seg framvið trygdarforðingunum, ið vórðu settar upp. Og fleiri kastaðu við fløskum og steinum móti politinum.  

Sambært Reuters hevur politiið í Bukarest brúkt vatnkanónir til at steðga harðligum mótmælisfólki. 

Umleið 400 fólk eru særd og fáa læknahjálp. Tað upplýsir rumenska tilbúgvingarleiðslan. 

Tey, sum stóðu aftan fyri mótmælisgongina í gjár, eru fólk, sum finnast at stjórnini, og sum tí hava búsett seg uttanlands.

Sambært felagskapinum Transparacy International er Rumenia eitt av mest korruptu londunum í ES. Men sambært mótmælisfólkunum ger sosialdemokratiska stjórnin, sum hevur sitið síðani 2016, ikki nóg nógv fyri at basa korruptiónini í landinum. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 1. februar
EM-tíðindi - 1. feb 2026
203550
Sunnudag 1. februar
Ættirnar syngja og suða
203544
Sunnudag 1. februar
Bolero
203545
Sunnudag 1. februar
Gudstænasta í Sjóvar kirkju
203546
Sunnudag 1. februar
Akademia: Umhvørvisetikkur
203519
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 30. januar
Veðrið
203507
Hósdag 29. januar
Anna Maria 1807
203450
Hósdag 29. januar
Veðrið
203446
Mánadag 26. januar
Veðrið
203256