Vilja brúka vakmyndatól í íslendsku fiskivinnuni

Vilja brúka vakmyndatól í íslendsku fiskivinnuni
Vinnan í Íslandi rópar varskó, nú íslendska fiskimálaráðið hevur gjørt eitt lógaruppskot um eftirlit við fiskivinnuna við vakmyndatólum.
 
15.08.2018 - 10:13

Ætlanin er at ansa eftir, at allar lógir verða hildnar. Vakmyndatól skulu setast upp allastaðni, í skipum, havnum, flutningstólum og fiskavirkjum - í øllum liðum í fiskivinnuni. Fiskimálaráðið ætlar eisini at brúka dronur til eftirlitið.

Vinnan ávarar móti hesum eftirliti, sum kann gerast ein fyrimynd hjá øðrum. Endin kann gerast tann, at Ísland gerst eitt eftirlitssamfelag, sum vit annars bara kenna úr skaldsøgum og filmum.

Vinnan heitir á Fiskimálaráðið um at brúka annað eftirlit, sum er hóskandi í Vesturheiminum, har sum nógv tey flestu halda lógir og reglur, heldur enn at gera eitt eftirlit, sum ger øll í fiskivinnuni illgrunaverd. 

Fyrr í ár gjørdi Dátueftirlitið í Føroyum vart við, at ikki er loyvt at brúka vakmyndatól fyri at hava eftirlit við starvsfólkum. 

Dátueftirlitið varð vorðið varugt við, at vakmyndatól vóru vanlig á føroyskum fiskiskipum. 

Dátueftirlitið gjørdi greitt, at vakmyndatól bara kunnu verða brúkt til lóglig og saklig endamál sambært lógini um persónsupplýsingar, og at Dátueftirlitið ongantíð góðtekur, at vakmyndatól verða brúkt til at hava starvsfólk undir støðugum eftirliti.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 18. mai
Morgunlestur mánadagur 18.mai 2026
208377
Sunnudag 17. mai
Føroyskir sangir
208480
Sunnudag 17. mai
Bolero
208479
Sunnudag 17. mai
Guðstænasta í Argja kirkju
208477
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 17. mai
Andakt
208482
Sunnudag 17. mai
Guðstænasta við Harmonikuvinum
208481
Leygardag 16. mai
Hondbóltur: Føroyar - Bosnia
208449
Fríggjadag 15. mai
Veðrið
208424
Fríggjadag 15. mai
Snipp snapp 2026 - teknmálstulkað
208400