Landslæknin ávarar móti meslingum

Landslæknin ávarar móti meslingum
Landslæknin heitir á fólk, sum fara av landinum, at tryggja sær, at tey eru mótstøðufør móti meslingum.
 
30.08.2018 - 10:32

Lars Fodgaard Møller, landslækni, sigur á heimasíðuni hjá landslæknanum, at fyrra hálvár í ár eru 41.000 tilburðir av meslingum fráboðaðir í Evropa. Tað eru 17.000 fleiri enn alt árið í fjør. 

Landslæknin mælir fólki til at lata seg vaksinera, eru tey ikki mótstøðufør móti meslingum, fara tey uttanlands.

Fólk eru mótstøðufør móti meslingum, um tey longu hava havt meslingar ella hava fingið MFR vaksinasjón.

Fólk kunnu rokna við, at eru tey fødd fyri 1975, so hava tey havt meslingar og eru mótstøðufør.

Tey, sum hava fingið MFR vaksinina, eru eisini mótstøðufør.

MFR vaksinasjón verður givin í barnavaksinasjónsskránni. Hon verður givin 15 mánaða gomlum børnum, og tá børnini eru fýra ár.

Hava fólk ikki fingið MFR vaksinasjón og ikki hava havt meslingar, eiga tey at seta seg í samband við kommunulæknan, mælir landslæknin til.

Serliga eru meslingar í Rumenia, Grikkalandi, Fraklandi, Italia, Ukreina og Russlandi.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 8. august
Hetta heilaga evangeliið skrivar
211685
Leygardag 8. august
Radio Stjernekilde - Partur 12
209139
Leygardag 8. august
Morgunlestur leygardagur
211509
Fríggjadag 7. august
Vikuskiftið 7 august 2026
211661
Fríggjadag 7. august
RagnarRokk: Frode Glesnes um Lifeblood
209147
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 7. august
Veðrið
211659
Mikudag 5. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211581
Týsdag 4. august
Veðrið
211558