Kunngerðin um koyrikort verður broytt

Kunngerðin um koyrikort verður broytt
Kunngerðin fyri koyrikort verður broytt, so tað verður lagaligari hjá eldri fólki, tá koyrikortið skal endurnýggjast.
 
19.09.2018 - 10:18

Henrik Old, landsstýrismaður í samferðslumálum, broytir nú kunngerðina um koyrikort og koyrifrálæru, koyrikortkunngerðina,  so at koyrikortið skal endurnýggjast, tá ið persónur verður 75 ár. Tað sigur Samferðslumálaráðið í tíðindaskrivi.

Endurnýggjanin av koyrikortinum skal gerast við læknaváttan og verður galdandi í 5 ár. Tá ið persónurin verður 80 ár, skal koyrikortið endurnýggjast við læknaváttan 2. hvørt ár.

Løgtingið skal annars í dag viðgera uppskotið frá Kára P. Højgaard, tingmanni úr Sjálvstýrinum, um júst tað sama.

Sum nú er, skal eitt koyrikort endurnýggjast, tá fólk verða 70 ár, og síðani skal tað aftur endurnýggjast, tá fólk verða 74 ár.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 13. september
Guðstænasta í Dals kirkju
213163
Sunnudag 13. september
Bolero
213160
Sunnudag 13. september
Credo: Filosofiskur (1)
213158
Leygardag 12. september
23. Jambalaja - 120926
213152
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 13. september
Andaktin við Christiani Gabrielsen
213166
Sunnudag 13. september
Guðstænasta úr Dals kirkju
213161
Fríggjadag 11. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213145
Fríggjadag 11. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213091
Fríggjadag 11. september
Veðrið
213136