Danmark vil vera vertur fyri HM-endaspælið í 2025

Danmark vil vera vertur fyri HM-endaspælið í 2025
Danmark, Norra og Sveits vilja saman húsa VM-endaspælinum í hondbólti, tá tað skal avgreiðast í 2025.
 
13.10.2018 - 16:41

Danmark, Norra og Sveits hava saman givið felags uppskot um at gerast vertir fyri HM-endaspæli í manshondbólti í 2025.  

Tað skrivar altjóða hondbóltssambandið á heimasíðuni

Danmark skal frammanundan vera vertur, tá HM-endaspælið í hondbólti fer av bakkastokki í januar komandi ár. Tá skal HM-endaspælið avgreiðast í Danmark og í Týsklandi.

Sambært aðalskrivaranum í danska hondbóltssambandinum, Morten Stig Christensen, er tað ikki av tilvild, at tað eru Sveits og Danmark, sum saman hava givið boð um at gerast vertir. 

- Vit vilja gjarna læra frá teimum. Tey eru fyrikomandi, og so er tað ein hondbóltstjóð, sum er á veg fram, sigur hann. 

- Tá tú hevur tríggjar vertir, so hevur tú eisini tríggjar heimavøllir, og sostatt eru líkindi fyri at fáa enn fleiri áskoðarar í hallirnar, sigur aðalskrivarin í danska hondbóltssambandinum við TV 2 Sport. 

Altjóða hondbóltssambandið, IHF, viðger umsóknirnar, tá VM-endaspælið verður í januar í Herning í Danmark. 

Umframt Danmark/Norra/Sveits hava Kroatia og Serbia eisini søkt um at gerast vertur fyri HM-endaspælið í 2025.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 13. mars
Valkøn: 13. mars
205606
Fríggjadag 13. mars
Vikuskiftið 13 mars 2026
205599
Fríggjadag 13. mars
LEITISSTEIN 13.03.2026
205593
Fríggjadag 13. mars
Eitt korter við kórtónleiki 10. mars 2026
205581
Fríggjadag 13. mars
Andglettur
205568
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 13. mars
Valkøn, fríggjakvøld 13. mars
205615
Fríggjadag 13. mars
Trapputing í Suðuroy
205604
Fríggjadag 13. mars
Veðrið
205595
Fríggjadag 13. mars
Tá røktin ikki røkkur - teknmálstulkað
205591
Fríggjadag 13. mars
Andgletturin - Sambandsflokkurin
205567