- Landskassin fær ikki sín part av vinninginum

bannari
- Landskassin fær ikki sín part av vinninginum
Kári Petersen, formaður í Skattanevndini, heldur ikki, at landið fær sín part, um tilfeingisrenta ikki verður ásett fyri alivinnuna.
Búskaparfrøðingurin Kári Petersen var formaður í Skattanevndini, sum mælti til, at áseta tilfeingisrentu fyri alivinnuna.
 
18.10.2018 - 11:10

- Tá alarin er "heppin" og tjenar nógvar pengar, tí laksaprísurin á altjóða marknaðinum hækkar munandi, so má landskassin og harvið eisini Føroya fólk sleppa at vera "heppin" og fáa sín part av tí eyka stóra vinninginum.

Tað sigur búskaparfrøðingurin Kári Petersen, sum var formaður í Skattanevndini, sum í desember í fjør lat landsstýrinum rúgvusmikla frágreiðing um at broyta skattapolitikkin.

Skattanevndin mælir millum annað til at áseta meginregluna um tilfeingisrentu fyri alivinnuna, men landsstýrismaðurin sigur nei.

Landsstýrismaðurin vil heldur tillaga verandi tøkugjaldið

Rúgvusmikla frágreiðingin frá Skattanevndini hjá landsstýrinum, sum undir yvirskriftini "Lættari, rættari og grønari" skuldi vera fakliga grundstøðið undir eini komandi skattaskipan, hevur fingið eitt ógvusligt skot fyri bógvin.

Ein nýggj og stór inntøkukelda hjá landskassanum skal, sambært Skattanevndini, koma frá eini tilfeingisrentu á alivinnuna. Tað vil við dagsins prísum á altjóða marknaðinum geva landskassanum 400 milliónir í inntøku.

Men landsstýrismaðurin í vinnumálum sigur nei. Poul Michelsen er í staðin komin í løgtingið við lógaruppskoti um at tillaga verandi tøkugjald, sum alivinnan rindar í dag.

Mæltu til, at alivinnan skuldi rinda tilfeingisgjald

Kári Petersen var formaður í Skattanevndini, sum í hálvtannað ár arbeiddi við uppskotum og tilmælum um eina nýggja skattaskipan, og sum lat landsstýrinum sína frágreiðing 1. desember í fjør.

Hann vísir aftur, at uppskotið frá Skattanevndini er tungt og torskilt. Og hann heldur eisini fast um, at uppskotið er sett soleiðis saman, at vinnan rindar tilfeingisgjaldið í mun til yvirskotið. 

Landskassin fær ikki part av vinninginum

Kári Petersen vísir á, at síðstu árini eru laksaprísirnir á altjóða marknaðinum hækkaðir sera nógv, men landskassin fær ikki sín part av vinninginum.

Stutt sagt tí at galdandi lóggáva ikki tekur atlit til tilfeingisrentuna og tað tilfeingisgjald, sum landskassin sambært Skattanevndini átti at fingið.

- Vinnan rindar einki, tá tað gongur illa. Hon rindar lítið, tá tað gongur hampiliga væl, og vinnan betalir nógv, tá tað gongur ordiliga væl, sigur Kári Petersen, formaður í Skattanevndini. 

Gjaldið í landskassan er eitt gjald fyri framíhjárættin at brúka føroysku alifirðirnar, sigur hann.

- Tað leigumálið er øgiliga nógv vert fyri tann, sum hevur leigumálið, tá tað gongur væl í vinnuni. Tað er einki vert, tá tað gongur illa. Tí er tilfeingisrentan tann rætti mátin, tí tá rindar tú bara av tí yvirnormala avkastinum, sigur Kári Petersen. 

Verandi skipan er ikki nóg góð

Sambært Skattanevndini er verandi skipan ikki nóg góð.

Tí tá alarin er "heppin", tá laksaprísurin á heimsmarknaðinum er høgur, fella ikki fleiri tilfeingiskrónur niður í landskassan.

Kári Petersen greiðir frá einum dømi, har alivinnan upp til 2012 hevði eitt avlop upp á 4 krónur kiloið. So flytir laksaprísurin seg og gerst betri, og frá 2012 til 2015 hækkar prísurin upp í 15 krónur kiloið. Seinastu tvey árini hevur vinningurin ligið á 20-25 krónur fyri hvørt kilo. 

Heppin vinningur

Sambært Kára Petersen hevur prísvøksturin einki við vinnuna at gera, tí vøksturin kemur av príssveiggjum á heimsmarknaðinum. Tí kallar hann avlopið heppið. 

- Man kann siga, at tað er øgiliga heppið, tí tað hevur ikki nakað við raksturin í vinnuni at gera. Tað er prísútsving, sum koma frá heimsmarknaðinum, og tað er sera heppið fyri alivinnuna, sigur hann.

Landið eigur part av hepninum

Skattanevndin hevur mælt til, at landið eisini fær part av tí hepni, sum ger, at avlopið í alivinnuni verður so stórt. 

- Tá ið tað nú er ognin hjá landinum, sum verður brúkt til at forvinna hasar pengarnar, so meina vit tað, at landsstýrið eisini eigur at vera heppið. Tí eigur landið eisini ein part av tí hepninum, sum er, at vinningurin fer frá 4 krónum upp í 25 krónur, sigur hann. 

Men sambært tí, sum landsstýrismaðurin hevur lagt fram, so verður gjaldið hjá alarinum í mesta lagi 2,50 krónur fyri kiloið, og sambært Kára Petersen er tað øgiliga lítið, tá vinningurin hjá alarinum er upp til 25 krónur kiloið.

Landsstýrismaðurin vil ikki áseta tilfeingisrentu

Í lógaruppskotinum hjá Poul Michelsen verður verandi tøkugjald á alivinnuna broytt, soleiðis at vinnan kemur at rinda 5% av umsetninginum í tøkugjaldi, tá laksaprísurin á altjóða marknaðinum fer uppum 36 krónur/kilo.

Tað skal geva landskassanum 165 milliónir næsta ár - minni enn helvtina av tí, sum Skattanevndin mælir til at krevja inn í tilfeingisgjaldi frá alivinnuni, nú laksaprísirnir eru høgir.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 25. desember
Midnáttarmessa úr Mariukirkjuni 2024
185550
Mikudag 25. desember
Guðstænasta úr Havnar kirkju
185549
Týsdag 24. desember
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
185542
Mánadag 23. desember
Jól á Quiztinum 2024
185509
Mánadag 23. desember
Morgunlestur mánadagur 23. desember 2024
185000
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 25. desember
Jól við Løkin 1:2
185547
Mikudag 25. desember
Brotið
185554
Mikudag 25. desember
Andakt við Silasi Olofson
185552
Mikudag 25. desember
Gudstænasta úr Havnar kirkju
185555
Mikudag 25. desember
Jól í Narnia
185540