Hetlendingar vilja hava Norrønu at sigla

Hetlendingar vilja hava Norrønu at sigla
Hetlendingar ætla nú at taka samráðingar uppaftur við føroyingar um at fáa Norrønu at leggja at í Hetlandi.
 
19.10.2018 - 10:17

Miðilin Shetland News skrivar, at hetlendingar vilja taka samráðingarnar uppaftur við føroyingar um at fáa Norrønu at leggja at í Hetlandi.

Umboð fyri føroyska vinnu skulu til Hetlands í næsta mánað og Ryan Thomson, formaður í samferðslunevndini í Hetlandi, sigur at tíðin nú er røtt, aftur at fara undir tingingar um at fáa Norrønu at leggja at í Hetlandi.

Myndugleikin í Hetlandi, Shetland Island Council, sigur at sambandið við Føroyar kundi verið ein liður í at menna eina ferðavinnu í Hetlandi, sum í løtuni er vaksandi.

Hetland plagdi at verða partur av rutunetinum hjá Norrønu, men tann rutan var niðurløgd í 2007.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 29. oktober
RagnarRokk: Jorn Lande um From The Dark
214436
Hósdag 29. oktober
Nýtt ljóð
215605
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 29. oktober
BIRITA
215462
Hósdag 29. oktober
Veðrið
215602
Mikudag 28. oktober
Einabúgvin í Kvívíksskor
215485
Mikudag 28. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215541