Peter Krogh við móti Danmark

Peter Krogh við móti Danmark
Peter Krogh, sum annars hevði meldað avboð til EM-undankappingardystirnar móti Montenegro og Danmark, er á veg til Danmarkar.
Mynd: Roysni.fo  
 
26.10.2018 - 15:57

Seinnapartin í morgin spælir føroyska hondbóltslandsliðið hjá monnum EM-undankappingardyst ímóti Danmark í vesturjútska býnum, Skjern. Hesa ferð verður tað við stórskjúttanum, Peter Krogh, á liðnum.

Peter Krogh meldaði annars avboð til dystirnar, og hann var ikki við í føroyska hópinum, tá føroyingar leiktu javnt móti Montenegro mikukvøldið. 

Orsøkin var, at unnustan hjá Peter ikki hevði átt enn, og tí valdi Peter Krogh at vera heima. Men síðani er Peter Krogh vorðin pápi fyri aðru ferð, og hann legst tí afturat hópinum.

Peter Krogh er nú á veg til Danmarkar, og hann verður altso við, tá Føroyar í morgin klokkan 15 skulu spæla móti fyrrverandi Evropameistarunum og OL-vinnarunum úr Danmark. 

Sjónvarpið sendir dystin beinleiðis frá klokkan 14.55 í morgin.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 6. november
Vikuskiftið 6 nov 2026
216044
Fríggjadag 6. november
Eitt korter við jazzi 5. november 2026
216040
Fríggjadag 6. november
LEITISSTEIN 06.11.2026 (Benjamin Rajani)
216031
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 6. november
Veðrið
216045
Fríggjadag 6. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216011
Hósdag 5. november
Veðrið
215981
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928