Asiatisku londini gera fríhandilsavtalu uttan USA

Asiatisku londini gera fríhandilsavtalu uttan USA
Leiðarar í fleiri asiatiskum londum miða eftir at gera eina fríhandilsavtalu fyri Asia, uttan at USA er við.
Leiðarar úr Kina og Singapore til toppfund í Singapore mánadagin 12. november.
Mynd: Feline Lim/AFP/Getty Images  
 
12.11.2018 - 17:12

Leiðarar í fleiri asiatiskum londum hittast til fund í Singapore í dag at umrøða viðurskiftini viðvíkjandi handilsavtalu millum asiatisku londini. 

Kina, Japan og India eru øll við á fundinum, og endamálið er at skipa eina avtalu sum skjótast, sum fevnir um helmingin av heimsins íbúgvum.

Avtalan skal viga upp ímóti handilspolitikkinum hjá Donald Trump, forseta, sum verður kallað America first.

Donald Trump, forseti, hevur givið avboð til fundin í Singapore, men hann hevur sent varaforsetan, Mike Pence á fundin.

Tað verður tikið sum tekin um, at Donald Trump ikki hevur stórvegis áhuga í eini avtalu.

Hann sleit samstarvið við Trans Pacific Partnership, sum fevndi um 11 lond, so skjótt sum hann varð tikin í eið sum forseti.

Avtalan hevði til endamáls at lækka tollin á vørum ímillum londini og at økja samhandilin. Tann avtalan fór fyri bakka stutt eftir.

Nú ætla 16 lond at skipa eina nýggja avtalu, uttan at USA er við. Teirra millum eru: Kina, India, Japan, Suðurkorea, Ný Sæland og Australia.

Roknað verður við, at avtalan kemur í gildi um stutta tíð.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 11. mai
Status eftir 9. umfør
208190
Mánadag 11. mai
Morgunlestur mánadagur 11.mai 2026
208057
Sunnudag 10. mai
Guðstænasta í Kvívíkar kirkju
208155
Sunnudag 10. mai
Bolero
208154
Sunnudag 10. mai
Credo: Ora et labora.
208078
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 11. mai
Kakumiks 2 (7:7) - teknmálstulkað
208194
Sunnudag 10. mai
Møti úr Lívdini í Hoyvík
208164
Sunnudag 10. mai
Misery
208162
Sunnudag 10. mai
Andaktin
208158