Álit um fyrsta tingmálið skrivað í næstu viku

Álit um fyrsta tingmálið skrivað í næstu viku
Uppskotið um tunlarnar norður um Fjall kom í tingið fyri trimum mánaðum síðani
Tunlar norður um fjall kunnu gerast skjótari, um P/f Norðoyatunnilin er við, sigur andstøðan í løgtinginum.
 
22.11.2018 - 13:10

Ætlanin er at skriva álit um fyrsta málið í hesari tingsetuni í næstu viku.

Talan er um uppskotið hjá andstøðuni um at framskunda verkætlanina við tunlunum norður um Fjall.

Uppskotið kom í tingið 21.august, og fyrsta viðgerð var 10.september.

Síðani hevur málið verið í Rættarnevndini.

Formaðurin í Rættarnevndini, Kristin Michelsen, sigur, at nevndin hevur fund mánadagin og mikudagin í næstu viku.

Álit um tunlar

Tá er ætlanin at skriva álit um millum annað tunlarnar norður um fjall, sigur Kristin Michelsen. 

Fólkaflokkurin, Sambandsflokkurin, Sjálvstýri og Miðflokkurin vilja, at partafelagið Norðoyatunnilin fær rætt til at fyrireika og forprojektera vegagerðina og tunnilsgerðina millum Klaksvík og Árnafjørð og millum Árnafjørð og Norðtoftir.

Stendur Norðoyatunnilin sum byggiharri fyri tunlarnar norður um Fjall, kann arbeiðið byrja uttan stórvegis drál, heldur andstøðan.

Løguætlanin hjá landinum leggur annars upp til, at farið verður undir nýggjar tunlar norður um Fjall um fýra ár.

15 tingmál eru á skránni hjá Rættarnevndini í næstu viku. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 11. oktober
Filosofiskur 4.partur
214536
Leygardag 10. oktober
Jambalaja - 101026
214589
Leygardag 10. oktober
Upp á tá - 091026
214585
Fríggjadag 9. oktober
Vikuskitið 9 okt 2026
214575
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 10. oktober
Sement 2026
214595
Fríggjadag 9. oktober
Veðrið
214576
Fríggjadag 9. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214531
Hósdag 8. oktober
Veðrið
214507
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040