Hava latið markið uppaftur

Hava latið markið uppaftur
500 tilflytarar verða vístir úr Meksiko, tí teir ætlaðu sær um markið til USA
Mynd: ABC News  
 
26.11.2018 - 07:10

Amerikanska løgreglan stongdi í gjárkvøldið marknaliðið millum Tijuana í Meksiko og San Diego í USA, eftir at fleiri hundrað tilflytarar royndu at fara um markið inn í USA.

Løgreglan svaraði aftur við táragassi.

Í nátt varð marknaliðið latið uppaftur, skrivar amerikanska marknaløgreglan á Twitter.

Í minsta lagi 500 fólk, teirra millum kvinnur og børn, gingu kravgongu í Tijuana í Meksiko, áðrenn tey settu kós móti móti markinum. 

Mekiskanska innanríkisráðið sigur, at umleið 500 tilflytarar verða vístir úr Meksiko, tí teir royndu at fara um markið.

Fleiri túsund tilflytarar, serliga úr miðamerikanskum londum, eru komnir til Tijuana, tí tey hava vónir um at sleppa inn í USA.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 22. oktober
RagnarRokk 22.oktober 2026
214664
Hósdag 22. oktober
Nýtt ljóð
215223
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 22. oktober
Veðrið
215237
Hósdag 22. oktober
Tá týskurin bumbaði Klaksvík
215155
Mikudag 21. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215120
Týsdag 20. oktober
Veðrið
215101
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053