Dýrmætir dropar

Dýrmætir dropar
Dýrasta whiskyfløska nakrantíð varð seld á uppboði í seinasta mánaði. Tað upplýsir uppboðssøluhús í Onglandi.
Dýrasta fløskan av whisky nakrantíð er single malt, upplýsir Christie's á heimasíðu síni.
Mynd: CNN  
 
02.12.2018 - 15:33

Uppboðssølan, Christie's, í London hevur selt eina gamla fløsku av whisky fyri 1,2 milliónir pund, sum er stívliga 10 milliónir krónur.

Í fløskuni, ið er av slagnum Macallan, er whisky frá 1926. Løgurin varð latin í fløskuna í 1986. Hesi 60 árini stóð brennivínið í gomlum sjerrikaggum á einum rúsdrekkavirki í landnyrðingspartinum av Skotlandi.

Etikettan á fløskuni er serstøk, millum annað tí Peter Blake var við til at sniðgeva hana. Peter Blake gjørdi húsan til plátuna hjá the Beatles "Sgt. Pepper's Lonely Hearts Club Band."

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 23. desember
Jól á Quiztinum 2024
185509
Mánadag 23. desember
Morgunlestur mánadagur 23. desember 2024
185000
Sunnudag 22. desember
Jambalaja - 211224
185474
Sunnudag 22. desember
Eitt drúgt arbeiðslív í SEV (1:2)
185472
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 24. desember
Country jól við Magna Christiansen
89319
Týsdag 24. desember
Pipar og Salt
185537
Mánadag 23. desember
Veðrið
185513
Sunnudag 22. desember
Andakt við Steintóru Gleðisheygg Joensen
185477