Hefti tulkað sum fongsul upp í fýra mánaðir

Hefti tulkað sum fongsul upp í fýra mánaðir
Tann, sum brýtur ásetingarnar um rúsdrekka í rúsdrekkalógini, kann fáa upp í fýra mánaða fongsulsrevsing, í ringasta føri upp í eitt ár
Tað kostar at bróta lógina um rúsdrekka.
 
07.01.2019 - 07:14

Tann, sum brýtur ásetingarnar um rúsdrekka í rúsdrekkalógini, kann fáa upp í fýra mánaða fongsulsrevsing, í ringasta føri upp í eitt ár.

Matstovulógin fevnir nú eisini um skeinkingarreglurnar, sum eru fluttar hagar úr rúsdrekkalógini.

Tí er neyðugt at broyta rúsdrekkalógina, so samsvar er millum báðar lógirnar.

Broytingar í rúsdrekkalógini, um innflutning og sølu, eru sendar til hoyringar. 

Rúsdrekkalógin, sum er frá 1992, nevnir hefti sum revsing. 

Hefti ikki til longur

Fongsul upp í fýra mánaðir er nú tað sama sum hefti, sum varð strikað sum revsing í 2010.

Revsingin kann, sambært lógini, herðast upp í fongsul í eitt ár, um lógarbrotið er framt tilvitað ella av grovum ósketni, ella um talan er um endurtakandi brot. 

Og sambært lógini er heldur ikki neyðugt at fara í rættin við øllum málum.

Sambært rúsdrekkalógini kunnu lógarbrot verða viðgjørd sum politimál. 

Tað merkir, at politiið kann avgreiða mál við sektaruppskoti og á tann hátt sleppa undan at fara í rættin við hvørjum einstøkum broti.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 21. mai
Eftir Vørðunum - teknmálstulkað
192195
Mikudag 21. mai
KAKUMiKS (2:7) - teknmálstulkað
192190
Mikudag 21. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
192158
Týsdag 20. mai
Veðrið
192138
Týsdag 20. mai
3-2 (28. apríl 2025)
192112