DNO roynir framvegis eftir meirilutanum

DNO roynir framvegis eftir meirilutanum
Keypir partabrøv í Faroe Petroleum fyri at fáa meirilutan
Faroe Petroleum eigur loyvi í Norðsjónum, sum DNO vil hava.
 
09.01.2019 - 07:52

Norska oljufelagið DNO roynir framvegis at fáa meirilutan í Faroe Petroleum.

Betri banki boðar frá, at freistin at keypa partabrøv í Faroe Petroelum er longd til tann 15.januar kl.16.00.

Freistin at selja partabrøv í Faroe Petroleum fyri hendan prísin var annars til 21.desember í fjør.

Prísurin, sum DNO bjóðar, er framvegis tann sami, og hann er minni enn tað, sum partabrøvini í Faroe Petroleum verða seld fyri í keypsskálanum í London.

Vil hava meirilutan

DNO eigur nú 43,8 prosent í Faroe Petroleum, men vil hava meirilutan í felagnum.

DNO hevur fyrr boðið 610 milliónir pund fyri felagið, tað eru góðar fimm milliardir krónur, men stjórnin í Faroe Petroleum metir tað boðið verða ov lágt, og at tað undirmetur virðið av norðsjóvarvirkseminum hjá Faroe Petroleum.

DNO keypir ognarlutin hjá smærri eigarum í Faroe Petroleum og eygleiðarar siga, at ætlanin hjá DNO er at fáa meirilutan í felagnum, so teir fáa atgongd til virksemið hjá Faroe Petroleum í Norðsjónum. 

DNO hevur mesta virksemið í Miðeystri í løtuni.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 3. juli
Morgunlestur
210452
Hósdag 2. juli
RagnarRokk 2.juli 2026
210388
Hósdag 2. juli
HM-tíðindi 2. juli 2026
210436
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 1. juli
Dagur og vika - teknmálstulkað
210384
Týsdag 30. juni
Veðrið
210360