TB mundi koppað Fleyr

TB mundi koppað Fleyr
Sensatiónin lúrdi eina løtu í meistaradeildsdystinum í dag millum Fleyr og TB. Fleyr-kvinnur fóru tó avstað við sigrinum enn eina ferð
Savnsmynd.
 
19.01.2019 - 16:00

Ein dystur hevur verið í meistaradeildini hjá flogbóltskvinnum í dag, tá Fleyr og TB hittust í Høllini á Hálsi. 

Fleyr-kvinnurnar, sum hava vunnið allar sínar dystir í ár, fingu ein skarpan gang frá tvørákvinnum.

TB legði seg á odda 2-0, áðrenn Fleyr-kvinnurnar ordiliga komu inn aftur í dystin og fingu vent gongdini í dystinum. 

Í fimta og avgerandi settinum gekk eisini akkurát hjá Fleyr, sum vann síðsta settið 15-13.

Settúrslitini vóru: 

19-25, 23-25, 25-18, 25-15 og 15-13.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 8. oktober
Nýtt ljóð
214501
Hósdag 8. oktober
Breddin: Fíggjarlóg undir trýsti
214480
Mikudag 7. oktober
Skratsj 7. oktobur 2026
214456
Mikudag 7. oktober
Vágskálin: Heðin er ein stuttlig planta
213904
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 8. oktober
Veðrið
214507
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Mikudag 7. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214423
Týsdag 6. oktober
Veðrið
214392