Fýra kunnu blíva ársins ítróttanavn

Fýra kunnu blíva ársins ítróttanavn
ÍSF fer fríggjadagin at heiðra ársins ítróttanavn
Fýra eru innstillað til at blíva ársins ítróttanavn 2018. Teirra millum Signhild Joensen, svimjari
 
31.01.2019 - 14:00

Signhild Joensen, Torkil Veyhe, Hávard Vatnahamar og fimleikaliðið, Vípan, eru innstillað til at blíva ársins ítróttanavn 2018.

ÍSF hevur innstillað tey fýra. Í vikuni skulu ítróttarjournalistar atkvøða um, hvør skal fáa heiðurin.

Vinnarin verður avdúkaður til tiltak, sum ÍSF skipar fyri í Smæruni í Havn. Innstillingarnar hava hesar grundgevingar:

Signhild Joensen:
- Fyri á EM í Glasgow í august 2018 at vera einans 38 hundraðpartar, ella éina plasering, frá hálvfinaluni í 200 metra ryggsvimjing

- Fyri sítt silvurheiðursmerki í 200 rygg á 8 Trofeo Citta di Milano í mars 2018

- Fyri sítt bronsuheiðursmerki í 200 rygg á 27e Meeting International de Saint-Dizier í oktober 2018

- Fyri síni 2 gull og 1 silvur í 50, 100 og 200 rygg í opnu kappingini á Bergen Swim Festival í apríl 2018

- Signhild svam seg í 2017 við 2:14.01 í 200 rygg undir B-kravtíðina hjá FINA á 2:14.30 til OL 2020 í Tokyo, og prógvaði aftur í 2018 at hon er ein hin frægasti kandidaturin hjá føroyingum til OL 2020, við 2:14.99 á Bergen Swim Festival 2018.

Torkil Veyhe:
- Tíðliga í fjør bleiv Torkil kosin sum mest álopssinnaði súkklarin í allari kappingini, tá seks daga kapingin Tour de Normandie endaði í Caen.

- Í juni fekk hann kanska sítt besta úrslit, tá hann gjørdist næstur um málstrikuna í fyrstu etapu av Ronde de l´Oise. 

- Í 2018 skrivaði Torkil undir sáttmála við PRO kontinentalliðið Riwal-CeramicSpeed

Vípan:
- Estetiska unglingaliðið Vípan hjá Støkk megnaði í 2018 at gera seg galdandi á altjóða pallinum, tá tær gjørdust nr. 10 til HM í Estetiskum fimleiki, sum varð hildið í Budapest.

At gerast millum 10 tey bestu unglingaliðini í heiminum er ikki komið av sær sjálvum, tí hetta liðið hevur vant sera hart og miðvist saman síðani 2013, soleiðis at tær kunnu kappast við tey bestu úti í heimi.

- Estetiski fimleikurin kom á fyrsta sinni til Føroyar fyri knapt 15 árum síðani, og tað er at frøðast um, at vit nú eru komin hartil, at vit kunnu bjóða heimselituni av.

Hávard Vatnhamar:
- Hávard Vatnhamar hevur seinastu tvey árini arbeitt miðvíst fram ímóti einum paratriatlon startplássi á Paralympisku leikunum í Tokyo í 2020

- Hávard er seinasta árið klatraður uppá 16. pláss á heimsrankinglistanum fyri Paratriatlon íðkarar, eina løtu í 2018 var hann á 15. plássi.

- Besta úrslit hansara í 2018 var gerast nr. 2 í world cup kapping í Magog i Kanada, men Hávard var eisini nr. 1 í Fyn Duatlon world championships, og nr 2 í FM í triatlon (ikki paratriatlon). 

- Hávard er ein stór fyrimynd fyri føroyska paraítrótt, bæði við sínum kappingarvilja og sínari jaligu og professionellu tilgongd til ítróttin.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 7. november
Andarblak - Nýtt lív
183262
Hósdag 7. november
Samværi 048 - Hví skulu vit samanberast?
183252
Hósdag 7. november
Breddin: Tøkugjald og Trump
183238
Hósdag 7. november
Brot úr Føroya søgu
183234
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 7. november
Fólksins rødd - um kommunuvalið (2:4)
183254
Mikudag 6. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
183221
Mikudag 6. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
183172
Týsdag 5. november
Veðrið
183155
Týsdag 5. november
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
183125

Meira um sama evni