Jóan Símun skoraði fyri Armenia Bielefeld

Jóan Símun skoraði fyri Armenia Bielefeld
Jóan Símun Edmundsson var við til at tryggja Armenia Bielefeld trý stig
 
31.01.2019 - 10:15

Føroyski landsliðframherjin, Jóan Símun Edmundsson, skoraði í undirhaldandi dysti í aðru Bundesliguni í gjárkvøldi.

Armenia Bielend var aftanfyri bæði 0-2 og 1-3 ímóti Dynamo Dresden, men tað eydnaðist tó at vinna dystin.

Jóan Símun Edmundsson kom á máltalvuna, tá hann minkaði um munin til 2-3, tá tíggju minuttir vóru farnir av seinna hálvleiki.

Sigursmálið skoraði Julian Borner, tá ellivu minuttir vóru eftir av dystinum.

Samandráttur frá dystinum kann síggjast her:

Armenia Bielefeld er á fjúrtanda plássi við 21 stigum fyri 19 dystir.

Jóan Símun og liðfelagarnir skulu aftur á vøllin leygardagin, tá teir taka ímóti oddaliðnum Hamburg SV.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 21. apríl
Eitt korter við kórtónleiki
207359
Týsdag 21. apríl
Breddin: Útbjóðing í kommunum
207354
Týsdag 21. apríl
Morgunlestur týsdagur 21.apríl 2026
207135
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 21. apríl
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
207347
Mánadag 20. apríl
Veðrið
207325
Sunnudag 19. apríl
Andaktin við Hjalmari Waag Arge
207266
Sunnudag 19. apríl
Guðstænasta úr Vágs kirkju
207263
Leygardag 18. apríl
Fótbóltur: HM-undansending
207254