Torkil Veyhe er ársins ítróttanavn

Torkil Veyhe er ársins ítróttanavn
Fyri løtu síðan vann Torkil Veyhe heiðurin sum ársins ítróttanavn
Mynd: Leivur Frederiksen  
 
01.02.2019 - 16:43

Á tiltaki hjá ÍSF í Smæruni í Havn, bleiv súkklarin, Torkil Veyhe, kunngjørdur sum ársins ítróttanavn í 2018.

Grundgevingarnar fyri at innstilla Torkil til heiðurin vóru fleiri.

- Tíðliga í fjør bleiv Torkil kosin sum mest álopssinnaði súkklarin í allari kappingini, tá seks daga kapingin Tour de Normandie endaði í Caen.

- Í juni fekk hann kanska sítt besta úrslit, tá hann gjørdist næstur um málstrikuna í fyrstu etapu av Ronde de l´Oise. 

- Í 2018 skrivaði Torkil undir sáttmála við PRO kontinentalliðið Riwal-CeramicSpeed.

Flogbørn og Peter Hentze Niclasen eisini heiðrað

Umframt at velja ársins ítróttanavn vóru ársins ítróttaátak og heiðursskjal Poul E. Petersen's handað.

Ársins ítróttaátak er Flogbørn. Tað eru Anne Frederiksen og Peter Morell sum vegna Flogbóltssambandið hava lært skúlabørn at spæla flogbólt.

Heiðursskjal Poul E. Petersen's fekk Peter Hentze Niclasen fyri í meira enn 30 ár at hava arbeitt óløntur fyri føroyskt borðtennis.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 31. januar
Morgunlestur leygardagur 31.januar 2026
203271
Fríggjadag 30. januar
Vikuskiftið 30 jan 2026
203510
Fríggjadag 30. januar
EM-tíðindi 30. januar 2026
203495
Fríggjadag 30. januar
EM-tíðindi 29. januar 2026
203492
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 30. januar
Veðrið
203507
Hósdag 29. januar
Anna Maria 1807
203450
Hósdag 29. januar
Veðrið
203446
Mikudag 28. januar
Hetta er Filip
203375
Mikudag 28. januar
Hetta er Bjarki
203376