Fríhandil millum Føroyar og Bretland til hoyringar

Fríhandil millum Føroyar og Bretland til hoyringar
Uppskot um, at løgtingið góðkennir, at landsstýrið setur í gildi fyri Føroyar sáttmálan um fríhandil millum Føroyar og Stórabretland til hoyringar
Bretland fer úr ES 29.mars.
 
06.02.2019 - 07:24

Uttanríkisráðið hevur sent til hoyringar uppskot til samtyktar um, at løgtingið góðkennir, at landsstýrið setur í gildi fyri Føroyar sáttmálan um fríhandil millum Føroyar og Stórabretland. 

Sáttmálin skal koma í gildi, tá Bretland fer úr ES, sama um Bretland fer úr samveldinum við eini avtalu ella ikki, sigur Uttanríkis- og vinnumálaráðið.

Bretland er millum tey londini, vit útflyta mest til.

Í 2016 seldu Føroyar Bretlandi vørur fyri 850 milliónir kr. Í 2017 var útflutningurin til Bretlands 770 milliónir.

Innflutningurin úr Bretlandi hevur seinastu tvey árini verið ávikavist 169 milliónir og 284 milliónir krónur.

Eisini í hesum førinum er hoyringarfreistin stutt, hon er til mánadagin.  

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 18. juli
Radio Stjernekilde - Partur 9
209137
Fríggjadag 17. juli
Vikuskiftið 17. juli 2026
211068
Fríggjadag 17. juli
Summarbeiti á G!
211066
Fríggjadag 17. juli
RagnarRokk: Einar Solberg um Vox Occulta
209124
Fríggjadag 17. juli
Morgunlestur fríggjadagur
211015
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 17. juli
Veðrið
211069
Mikudag 15. juli
Dagur og vika - teknmálstulkað
210956
Týsdag 14. juli
Veðrið
210936
Leygardag 11. juli
Vestanstevnuróðurin 2026
210817