Heldur fast um bryggjukantin

Heldur fast um bryggjukantin
Oljuvinnufelagið heldur fast um, at útgerð, sum verður brúkt til at leita eftir kolvetni, tað er olju og gassi, við Føroyar skal í land í Føroyum
Útgerð til pallar, sum leita eftir olju í føroyskum sjógvi, skal í land í Føroyum fyrst.
 
07.02.2019 - 07:18

Oljuvinnufelagið heldur fast um, at útgerð, sum verður brúkt til at leita eftir kolvetni, tað er olju og gassi, við Føroyar skal í land í Føroyum.

Nøkur oljufeløg halda, at leiting í føroyskum sjógvi kostar meira enn henni nýtist at gera, tí kravt verður, at útgerð skal siglast til Føroya, leggjast upp á land her og síðani verða skipað út til leitingarpallin. 

Men tað heldur Oljuvinnufelagið ikki og vísir til royndirnar, sum vinnan hevur frá undanfarnu leitingum.

Oljufeløgini siga, sambært Oljuvinnufelagnum, at avgreiðslan í Føroyum er skjót, atgongdin til útgerð er løtt og stutt er at sigla til leitingarpallin.

Oljuvinnufelagið hevur svarað Vinnumálaráðnum, sum ætlar at fara undir fimta útbjóðingarumfarið.

Fegnast um útbjóðing

Felagið fegnast um fimta útbjóðingarumfarið, og at tað verður gjørt samstundis sum 32.útbjóðingarumfar verður á bretska økinum.

Oljuvinnufelagið heldur framvegis, at undantak frá kravinum um føroyskan bryggjukant bara kann gevast, tá tað yvirskipað er fyrimunur hjá føroyskum fyritøkum. 

Eitt dømi er, sigur Oljuvinnufelagið, at loyvishavari ger avtalu við føroyska fyritøku um at veita tænastur til loyvishavaran, sum varar longri enn leitingin hjá loyvishavaranum í føroyskum øki varar.

Oljuvinnufelagið heldur, at myndugleikarnir eiga at krevja, at oljufeløg hava skyldu at geva føroyingum møguleika at bjóða uppá arbeiði. -Próvskyldan eigur at liggja á oljufeløgunum, sigur Oljuvinnufelagið.

Oljuvinnufelagið harmast um, at skotið verður upp í lógaruppskotinum um fimta útbjóðingarumfar at strika kravið til oljufeløg um at rinda til kolvetnisgransking og førleikamenning í Føroyum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 13. september
Guðstænasta í Dals kirkju
213163
Sunnudag 13. september
Bolero
213160
Sunnudag 13. september
Credo: Filosofiskur (1)
213158
Leygardag 12. september
23. Jambalaja - 120926
213152
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 13. september
Andaktin við Christiani Gabrielsen
213166
Sunnudag 13. september
Guðstænasta úr Dals kirkju
213161
Fríggjadag 11. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213145
Fríggjadag 11. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213091
Fríggjadag 11. september
Veðrið
213136