Bankar: Herd krøv kunnu gera at rentan hækkar

Bankar: Herd krøv kunnu gera at rentan hækkar
Enn fáa lántakarar ikki ráðgeving um rentuhækkingar
11.02.2019 - 20:17

Bankar skulu bjálvast, so teir eru betur fyri fyri at standa ímóti fíggjarligum bakkasti.

Men herdu krøvini kunnu hava við sær, at rentan á bústaðalánum hækkar.

Enn vita bankarnir ikki, hvussu teir skulu taka ímóti krøvunum um at bjálva seg, og tí fáa lántakarar ikki ráðgeving um, at rentan kanska hækkar, sigur stjórin í Betri Banka.

Í Grønlandi sleppa bankarnir undan herdu krøvunum um bjálving, og føroysku bankarnir royna nú eisini at fáa linari krøv enn danskir bankar hava. 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 2. november
Veðrið
215775
Sunnudag 1. november
Andakt við Dann Johannesen
215717
Sunnudag 1. november
Guðstænasta úr Nólsoyar kirkju
215723