Putin vil avmarka internet úr útheiminum

Putin vil avmarka internet úr útheiminum
Fleiri túsund fólk hava gingið mótmælisgongu í miðbýnum í russiska høvuðsstaðnum, Moskva, í gjár
 
11.03.2019 - 17:42

Tey mótmæla uppskotinum hjá russiska forsetanum, Vladimir Putin, sum tey halda fer at seta fleiri avmarkingar íverk fyri virksemið á internetinum í Russlandi gjøgnum útlendskar servarar. Sagt verður, at uppskotið hjá russisku stjórnini kann merkja fullkomnan sensur og at landið verður avbyrgt frá umheiminum.

Fleiri av mótmælisfólkinum høvdu fingið fráboðan um mótmælisgonguna gjøgnum vælumtóktu appina, Telegram. Russisku myndugleikarnir hava áhaldandi, og enn uttan úrslit, roynt at steðga appini.

Russiskir myndugleikar hótta eisini við at seta tiltøk í verk ímóti Facebook, Twitter og Google, skrivar ap-tíðindastovan.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 6. oktober
Vitan
214348
Týsdag 6. oktober
Vitan
214349
Mánadag 5. oktober
RagnarRokk: Felix Heldt um Night is Calling
214012
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Týsdag 6. oktober
Veðrið
214392
Týsdag 6. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
214342
Mánadag 5. oktober
Veðrið
214310
Sunnudag 4. oktober
Andaktin við Jastrid á Dul Sørensen
214241