Jónleif formaður í Trivnaðarnevndini

Jónleif formaður í Trivnaðarnevndini
Jónleif Johannesen í Javnaðarflokkinum er nú formaður í Trivnaðarnevndini hjá løgtinginum
Javnaðarflokkurin vildi hava ein formanssess, og nú er Jónleif Johannesen formaður í Trivnaðarnevndini hjá løgtinginum.
 
21.03.2019 - 11:53

Jónleif Johannesen í Javnaðarflokkinum er nú formaður í Trivnaðarnevndini hjá løgtinginum.

Hann varð valdur fyrrapartin. 

Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttir í Fólkaflokkinum heldur fram sum næstforkvinna í nevndini.

Katrin Kallsberg í Tjóðveldi, sum var forkvinna, er nú vanligur nevndarlimur.

Við nevndarumskipanini í dag er kabalin hjá samgonguni, sum varð løgd, tá Hanna Jensen fór í landsstýrið fyri Rigmor Dam, liðug.

Tjóðveldi forkvinnuna í Mentanarnevndini

Óluva Klettskarð í Tjóðveldi er forkvinna í Mentanarnevndini hjá løgtinginum. 

Tað samdist nevndin um á fundi í gjár. Rigmor Dam er næstforkvinna í Mentanarnevndini.

Óluva Klettskarð hevur verið virkandi forkvinna í Mentanarnevndini, síðani Hanna Jensen í Framsókn, sum var forkvinna, fór í landsstýrið.

Rigmor Dam í Javnaðarflokkinum var í Trivnaðarnevndini og vendi, tá hon fór úr landsstýrinum. Hon fór í Mentanarnevndina.

Jónleif Johannesen er komin í Trivnaðarnevndina fyri Djóna Nolsøe Joensen, sum fór úr tinginum, tá Rigmor Dam kom hagar úr landsstýrinum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 3. oktober
26. Jambalaja - 031026
214221
Leygardag 3. oktober
Upp á tá - 021026
214219
Fríggjadag 2. oktober
Vikuskiftið 2 okt 2025
214203
Fríggjadag 2. oktober
LEITISSTEIN 02.10.2026 (Lea Eyðbjørg)
214191
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Fríggjadag 2. oktober
Pan-Arctic Vision 2026
214213
Fríggjadag 2. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214162
Fríggjadag 2. oktober
Veðrið
214189
Hósdag 1. oktober
Veðrið
214115