Mótmæla staðseting av flogvølli

Mótmæla staðseting av flogvølli
Fríggjadagin gingu íbúgvar í grønlendska høvuðsstaðnum, Nuuk, mótmælisgongu, tí tey eru í móti staðsetingini av nýggja flogvøllinum í Nuuk
Soleiðis er ætlanin, at nýggi flogvøllurin í Nuuk skal síggja út
Mynd: knr.gl  
 
24.03.2019 - 11:19

Hóast tað er samtykt, at flogvøllurin skal útbyggjast har, sum hann er, heldur enn at byggja ein nýggjan, mótmæla fólk. Flogvøllurin í Nuuk skal ikki útbyggjast har, sum hann longu er, halda íbúgvarnir, sum hava sligið seg saman í ein bólk, sum eitur Angisunnquaq. Tað skrivar grønlendska kringvarpið, KNR, á heimasíðu sínari.

- Okkum tørvar ikki ein stóran flogvøll mitt í býnum, sum kortini ikki er ein altjóða flogvøllur, sigur Christian Jeremiassen, sum er talsmaður fyri bólkin.

Bólkurin heldur, at flogvøllurin eigur at verða bygdur á oynni, Angisunnguaq, sum liggur sunnan fyri Nuuk.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 21. november
Jambalaja - 211126
216767
Leygardag 21. november
Upp á tá - 201126
216763
Fríggjadag 20. november
Vikuskiftið 20 nov 2026
216752
Fríggjadag 20. november
LEITISSTEIN 20.11.2026 (Linda Andrews)
216750
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 20. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216714
Fríggjadag 20. november
Veðrið
216748
Hósdag 19. november
Veðrið
216688
Hósdag 19. november
Silja millum strokini
216631
Mikudag 18. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216592