Sannlíkt at vit eisini strika summartíð

Sannlíkt at vit eisini strika summartíð
Summartíðin verður strikað í Føroyum, um okkara grannalond eisini strika hana
01.04.2019 - 20:04

Tað sigur Aksel V. Johannesen, løgmaður, nú ES-tingið og fleiri ES-lond ætla at sleppa sær av við summartíð.

Ein meiriluti í ES tinginum hevur samtykt, at frá 2021 skulu londini í ES sjálvi gera av, um tey vilja hava vetrartíð ella summartíð, tað er somu tíð alt árið.

Men í løtuni bendir tó lítið á, at ráðharraráðið í ES fer at taka undir við samtyktini í tinginum.

ES-nevndin skeyt í fjør upp at taka skipanina við vetrartíð og summartíð av. Tað varð gjørt eftir eina almenna hoyring, har 4,6 milliónir fólk í ES vóru við. 

84 prosent svaraðu, at tey vilja hava somu tíð alt árið. Verandi kunngerð um vetrartíð og summartíð í Føroyum er galdandi til og við 2021.

Seinasta sunnunátt í mars verður klokkan flutt ein tíma fram, og hon verður flutt ein tíma aftur seinastu sunnunátt í oktober.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 6. apríl
Guðstænasta úr Havnar kirkju
206641
Mánadag 6. apríl
Várkonsert 2026 (2:2)
206038
Sunnudag 5. apríl
Evangeliskur fundur í Ebenezer
206632
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 6. apríl
Meistarans hond
206650
Mánadag 6. apríl
Andakt
206647
Mánadag 6. apríl
Gudstænasta úr Havnar kirkju
206638
Sunnudag 5. apríl
Andaktin páskadag við Gimma Olsen
206635
Sunnudag 5. apríl
Kim og Føroya Symfoniorkestur 2026
206634