Varatingfólk fáa eisini fráfaringarløn

bannari
Varatingfólk fáa eisini fráfaringarløn
Nevndin, sum varð sett at endurskoða lógina um løn og eftirløn hjá tingfólkum, hevur gjørt eitt ískoytistilmæli um fráfaringarlønina hjá varafólki
Løgtingsval verður í summar, í seinasta lagi 31. august.
 
10.04.2019 - 12:29

Nevndin, sum varð sett at endurskoða lógina um løn og eftirløn hjá tingfólkum, hevur nú gjørt eitt ískoytistilmæli um fráfaringarlønina hjá varafólki.

Grein 25 nevndin hjá løgtinginum, sum viðger løn og eftirløn hjá tingfólkum, ivaðist í fráfaringarlønini hjá nøkrum varafólkum í løgtinginum.

Nevndin spurdi nevndina, sum gjørdi álitið um lønina og eftirlønina, um fráfaringarlønina hjá varafólkum.

Varafólk fær fráfaringarløn eftir ávísum reglum

Grein 25 nevndin spurdi, hví varafólk, sum eru í tinginum fyri tey, sum fara í landsstýrið, men síðani koma aftur í løgtingið, uttan at val hevur verið, ikki fáa fráfaringarsamsýning.

Ískoytistilmælið, sum grein 25 nevndin fekk í gjár, er, at varafólk, sum hevur verið í løgtinginum í meira enn tríggjar mánaðir og seinastu 30 dagarnar fyri val, fær fráfaringarløn, verður tað ikki afturvalt.

Varafólk, sum eru í løgtinginum fyri landsstýrisfólk, fær fráfaringarløn eftir ávísum reglum, sum lønarnevndin eisini hevur uppskot um.

Ískoytistilmælið, sum grein 25 nevndin fekk í gjár, er harafturat um, at varafólk, sum hevur verið í løgtinginum í meira enn tríggjar mánaðir og seinastu 30 dagarnar fyri val, fær fráfaringarløn, verður tað ikki afturvalt.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 21. mai
Eitt korter við jazzi - 210526
208671
Hósdag 21. mai
Morgunlestur hósdagur 21.mai 2026
208380
Mikudag 20. mai
Skratsj 20. maj 2026
208625
Mikudag 20. mai
Dylan 85 (3:4)
208635
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 20. mai
Bygdin og bjørgini 3:3
202604
Mikudag 20. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
208611
Týsdag 19. mai
Veðrið
208590
Mánadag 18. mai
Veðrið
208523