- Tíðindi, mentan og ítróttur
Nú skal vegurin breiðkast her
Nú skal vegurin breiðkast her
Hálvan juli verður bíðirøðin á Eystara ringvegi ikki so long sum hon er nú, lovar býráðið í Havn

Bíðirøðirnar eru sera langar eystureftir ringvegnum. Men nú verða Eystari ringvegur og Hvítanesvegurin breiðkaðir
11.04.2019 - 08:40
Býráðið hevur gjørt sáttmála við byggifyritøkuna Konsax, sum er farin í gongd við at bøta um umstøðurnar á vegamótinum Hvítanesvegurin og Eystari ringvegur, har sum ferðsluljós eru.
Bíðirøðirnar eru sera langar eystureftir ringvegnum. Men nú verða Eystari ringvegur og Hvítanesvegurin breiðkaðir.
Bilarnir, sum skulu norðureftir, fáa so sína egnu koyribreyt. Teir kunnu tí snara til høgru, samstundis sum ferðslan frá Hvítanesvegnum hevur grønt ljós.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV




























