Lækni í sáðbanka eigur 49 børn

Lækni í sáðbanka eigur 49 børn
Gøla hevur tikið seg upp í Hollandi, nú tað er staðfest, at ein lækni í einum sáðbanka hevur brúkt egið sáð til 49 børn
Donorbørn tosa her við fjølmiðlar, áðrenn tey fara í rættin um málið móti Jan Karbaat
Mynd: AP  
 
14.04.2019 - 10:06

DNA-kanningar hava nú avdúkað, at ein fyrrverandi lækni í einum sáðbanka í Hollandi ikki fór so øgiliga langt fyri at skaffa donorar. Kanningar vísa, at hann eigur 49 børn.

Ein bólkur, sum umboðar reagensglas-børn og foreldur teirra, hevur avdúkað, at Jan Karbaat, sum doyði í 2017, brúkti egið sáð, og ikki teir donorar, sum viðskiftafólkini høvdu valt.

Úrslitið frá DNA-royndunum varð almannakunngjørt í gjár, við loyvi frá einum dómara. Karbaat hevur fyrr viðgingið, at hann er pápi at 22 børnum. 

Stongdur í 2009

Sáðbankin hjá Karbaat varð stongdur í 2009, eftir at tað kom undan kavi, at Karbaat hevði falsað dátur, kanningar og upplýsingar um donorar. Hann skal eisini hava brotið regluna um, at hvør donorur kann lata sáð í mesta lagi til seks børn.

Eftir at Karbaat var deyður stevndu fleiri børn og foreldur familjuna hjá Karbaat, tí tey høvdu illgruna um, at tey vóru í familju. Eitt av børnunum líktist Karbaat akkurát. 

Bólkurin hevur stevnt familjuni hjá Karbaat fyri at fáa atgongd til DNA-profilin hjá honum, sum tá var læstur inni í einum pengaskápi.

Sambært advokatinum hjá bólkinum, Tim Bueters, skal Karbaat, stutt undan at hann doyði, 89 ára gamal, hava viðgingið, at hann var pápi at meira enn 60 børnum.  Advokaturin fyrireikar nú krøv um endurgjald til børnini.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 1. mai
RagnarRokk:Jerry Prütz um Manifesto
190922
Hósdag 1. mai
«Eg eri hin góði hirðin»
191279
Hósdag 1. mai
Eitt korter við jazzi 1. mai 2025
191271
Hósdag 1. mai
Brot úr Føroya søgu
191270
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 1. mai
Grønir fingrar (1:3)
191286
Mikudag 30. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
191210
Týsdag 29. apríl
Veðrið
191187
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117