Tríggjar FM finalur í dag

Tríggjar FM finalur í dag
Bæði í flogbólti og hondbólti verður spælt um føroyameistaraheitini í dag
 
18.04.2019 - 11:15

Tað er ikki færr enn tríggjar FM-finalur á skránni seinnapartin i dag, tvær í flogbólti og ein í hondbólti.

Fyrru FM finalurnar í flogbólti verða spældar í Høllini á Hálsi í Havn.

Hjá kvinnunum spæla SÍ og Fleyr, og hjá monnunum spæla Mjølnir og Fleyr.

Hetta eru somu feløg sum møttust í steypafinalunum fyrr í ár.

Tá vann SÍ 3-2 á Fleyr í kvinnufinaluni, og Mjølnir vann 3-0 á Fleyr í mansfinaluni.

Triðja FM finalan í hondbólti

Eftir ein landsliðssteðg fara H71 og Neistin aftur á vøllin at stríðast um føroyameistaraheitið.

Higartil hava tey vunnið hvør sína finalu. Neistin vann fyrstu finaluna í Hoyvík, 30-28, eftir umdyst.

Í seinnu FM-finaluni hevndi H71 tapið so dyggiliga við at vinna 32-23 á Neistanum í Høllini á Hálsi.

Bæði hava tí møguleika at leggja seg á odda við finalusigrum í dag. Fyrsta liðið sum vinnur tríggjar finalur er føroyameistari.

Skráin:

Klokkan 13.30 Fleyr-SÍ kv.
Klokkan 16.45 Mjølnir-Fleyr m.
Klokkan 19.00 H71-Neistin

Kringvarpið stroymir allar tríggjar finalurnar beinleiðis á kvf.fo

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 30. mai
RagnarRokk 30.mai 2024
175032
Hósdag 30. mai
RagnarRokk: Sean Long um Self Hell
175031
Hósdag 30. mai
RagnarRokk: Hauptmann um Warriors
175028
Hósdag 30. mai
Jazzofonin 30. mai 2024
175846
Nýggjastu sendingar í SV