Útbjóðingin samtykt

Útbjóðingin samtykt
Løgtingið hevur samtykt uppskotið hjá Poul Michelsen, landsstýrismanni í vinnumálum, um fimta útbjóðingarumfar at leita eftir olju
 
01.05.2019 - 16:21

Økið, sum ætlanin er at bjóða út, er 9.418 ferkilometrar til støddar. Økið er í Hetlandsrennuni, fram við bretska markinum. 

Vinnumálaráðið heldur, at tað er ein fyrimunur at bjóða øki út føroysku megin markið, samstundis sum bretskir myndugleikar bjóða øki út bretsku megin markið. 

25 atkvøður fyri, eingin ímóti

Meirilutin í vinnunevndini, Bjørt Samuelsen, Jørgen Niclasen, Bjarni Hammer, Ingolf S. Olsen og Jákup Mikkelsen, tók undir við uppskotinum.

Minnilutin, Jógvan Skorheim, segði, at treytirnar um royalty eiga framvegis at verða í gildi, og hann mælti tinginum til at fella uppskotið.

Tá atkvøtt varð við aðru viðgerð, varð uppskotið samtykt við 25 atkvøðum fyri og ongari ímóti. Ein atkvøða var blonk. Málið skal hava eina viðgerð í tinginum aftrat. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 6. oktober
Vitan
214348
Týsdag 6. oktober
Vitan
214349
Mánadag 5. oktober
RagnarRokk: Felix Heldt um Night is Calling
214012
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Týsdag 6. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
214342
Mánadag 5. oktober
Veðrið
214310
Sunnudag 4. oktober
Andaktin við Jastrid á Dul Sørensen
214241
Leygardag 3. oktober
Sement 2026 (1:3)
214234