- Tíðindi, mentan og ítróttur
Føroysk vinna heldur nógvar møguleikar vera í Grønlandi

Tey umleið 120 føroysku vinnulívsfólkini, sum hava verið við á stórum vinnuátaki í Grønlandi seinastu dagarnar, koma heim í dag.
Ein teirra er Jón Sigurðsson, formaður í Føroya Arbeiðsgevarafelag, sum í gjárkvøldið skrivað undir samstarvsavtalu við Grønlands Erhverv.
Tað er nógv virksemi í Grønlandi, og risastórar íløgur skulu gerast á fleiri økjum. Talan er millum annað um útbyggingar á orkuøkinum, teleøkinum og infrakervinum sum heild, sigur Jón Sigurdsson, sum var í Breddanum fyrrapartin:
Jón Brian Hvidtfeldt tosaði við Jón Sigurdsson og Kristian Stórhamar í Nuuk í Breddanum fyrrapartin.
Kristian Stórhamar, sum hevur drúgvar royndir við tunnilsverkætlanum, hevur eisini nógvar royndir í Grønlandi.
Hann heldur tað vera sjálvsagt hjá føroyskum fyritøkum at bjóða seg fram í Grønlandi:



























