Maður hótt løgregluna

Maður hótt løgregluna
Maðurin skal til grundlógaravhoyring í morgin, tí hann er skuldsettur fyri hóttanir og harðskapsroynd móti løgregluni
 
30.05.2019 - 13:38

Hóttanir og harðskapsroynd móti løgregluni var orsøkin til, at eitt vegastrekki í Havn varð avbyrgt í morgun. Løgreglan bað fyrrapartin fólk um at halda seg burtur frá økinum.

Um 9:00 tíðina varð løgreglan borðsend til húsaófrið. Tá tey koma á staðið, er ein maður sum hóttir løgregluna, og tí varð vegurin avbyrgdur, til maðurin varð handtikin stutt fyri klokkan 11:00. 

Maðurin skal til grundlógaravhoyring í morgin, tí hann er skuldsettur fyri hóttanir og harðskapsroynd móti løgregluni. 

Vegastrekkið frá Landsbókasavninum til málingahandlin á J.C. Svabosgøtu er nú opið aftur.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 10. november
Ung lesa 2 - 1. partur
216206
Týsdag 10. november
Tekstur til tónleik: Salt
216132
Týsdag 10. november
Áin (brot)
216037
Týsdag 10. november
Breddin: Málið um Bakkafrost
216187
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 9. november
Veðrið
216154
Sunnudag 8. november
Bygdarlív 3 - Skálavík
216096
Sunnudag 8. november
Hondbóltur: Montenegro - F'øroyar
216095
Sunnudag 8. november
Møti hjá Heimamissiónini við Tjarnir
216089
Sunnudag 8. november
Andaktin við Anju Bjerkenes
216083