Norra undir trýsti undan dystinum móti Føroyum

Norra undir trýsti undan dystinum móti Føroyum
Norra hevur higartil bara fingið tvey stig í trimum dystum í EM-undanspælinum
 
09.06.2019 - 11:31

Norska landsliðið er undir stórum trýsti undan dystinum ímóti Føroyum í annaðkvøld.

Norra hevur bara fingið tvey stig av níggju møguligum, og tí er ein sigur á Føroyum eitt krav, um Norra framvegis skal hava realistiskan møguleika at spæla seg víðari til EM-endaspælið í 2020.

Venjarin er fyri atfinningum

Norsku miðlarnir finnast hvassliga at svenska venjaranum hjá Norra, Lars Lagerback.

Kritikkurin peikar mest eftir,at verjuspælið hjá liðnum hevur verið vánaligt í trimum teimum fyrstu dystunum í hesum EM-undanspælinum.

Norra hevur latið sjey mál fara ígjøgnum í teimum fyrstu trimum dystunum.

Í fyrsta dystinum taptu teir 1-2 á útivølli fyri Spania, síðani spældu teir 3-3 javnleik ímóti Svøríki á heimavølli og fríggjakvøldið spældu teir á heimavølli 2-2 javnleik ímóti Rumenia.

Norskir fjepparar vóru vónbrotnir um dystin móti Rumenia, tí tá 70. minuttir vóru spældir var Norra á odda 2-0. Rumenia svaraði aftur eftir 77. minuttir og væl inni í yvirtíðini javnaðu rumenar til 2-2.

Norsku miðlarnir vóru umboðaðir í stórum tali, tá Lars Lagerback hevði tíðindafund í B36-húsinum á miðdegi í dag.

Venjarin segði, at hann ætlar sær ikki at broyta spælistílin, hóast Norra hevur latið ov nógv mál fara í ígjøgnum.

- Vit vóru óhepnir í dystinum ímóti Rumenia. Teir høvdu tveir málmøguleikar og skoraðu tvey mál. Hatta var ein dystur, sum vit burdu havt vunnið 4-0, segði Lars Lagerback.

Graslíki eingin trupulleiki

Miðlarnir spurdu eisini norska venjarin, um tað er ein trupulleiki, at dysturin verður spældur á graslíki. Tað helt hann ikki.

-Tað snýr seg bara um at góðtaka veruleikan. Um vit byrja at hugsa, at tað er ein trupulleiki, so verður tað ein trupulleiki.

-Vit mugu góðtaka, at soleiðis er tað bara, og tí hava eina professionella tilgongd til dystin, segði Lars Lagerback.

Virðing fyri føroyska landsliðnum

Lars Lagerback segði, at hann hevur stóra virðing fyri føroyska liðnum, og hann kennir dygdirnar.

-Liðið er væl skipað, teir eru kropsliga sterkir og Lars Olsen hevur ígjøgnum nógv ár syrgt fyri, at teir arbeiða saman sum eitt lið.

-Avbjóðingin hjá Føroyum er, at fleiri spælarar ikki dagliga spæla á nóg høgum stigi, men teirra stríðsvilji vigar mangan upp ímóti tí, segði Lars Lagerback

Joshua King ivasamur

Framherjin, Joshua King, er ivasamur til dystin ímóti Føroyum. Hann vandi ikki, tá Norra hevði sína venjing á Tórsvølli í dag.

Venjarin, Lars Lagerback, letur vanliga ikki spælarar, sum ikki megna at venja dagin fyri, spæla dagin eftir, og hann segði á tíðindafundinum, at tað er ivasamt um King spælir ímóti Føroyum.

Joshua King, sum dagliga spælir fyri enska Bournemouth, er spælarin í norska hópinum, sum hevur skorað flest landsliðsmál. Hann hevur skorað 14 mál í 40 dystum.

Hann hevur skorað tvey mál í hesari undankappingini, eitt ímóti Spania (brotsspark) og eitt ímóti Svøríki.

Føroyar-Norra beinleiðis í sjónvarpi og útvarpi

Dysturin ímillum Føroyar og Norra verður mánakvøldið klokkan 19.45. Bæði sjónvarpið og útvarpið senda beinleiðis.

Útvarpið byrjar at hita upp klokkan 18.20, og sjónvarpið byrjar at senda klokkan 19.15.

Støðan í bólki F

1.Spania 3 dystir 9 stig
2.Svøríki 3 dystir 7 stig
3.Rumenia 3 dystir 4 stig
4.Malta 3 dystir 3 stig
5.Norra 3 dystir 2 stig
6.Føroyar 3 dystir 0 stig

Úrslit í bólki F

23.09.2019 Malta-Føroyar 2-1
23.09.2019 Svøríki-Rumenia 2-1
23.09.2019 Spania-Norra 2-1
26.03.2019 Malta-Spania 0-2
26.03.2019 Norra-Svøríki 3-3
26.03.2019 Rumenia-Føroyar 4-1
07.06.2019 Føroyar-Spania 1-4
07.06.2019 Norra-Rumenia 2-2
07.06.2019 Svøríki-Malta 3-0

Fjórða umfar

10.06.2019 Føroyar-Norra
10.06.2019 Malta-Rumenia
10.06.2019 Spania-Svøríki

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 30. apríl
Góðan morgun Føroyar
174385
Týsdag 30. apríl
Morgunlestur týsdagur 30. apríl 2024
174290
Mánadag 29. apríl
Tá Grønland bjargaði Føroyum (3:6)
174268
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 30. apríl
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
174398
Sunnudag 28. apríl
Andakt við Jóhan Peturi Johannesen
174283
Sunnudag 28. apríl
Guðstænasta úr Fuglafjarða kirkju
174281
Leygardag 27. apríl
Sement 2024: Finalan (3:3)
174270
Fríggjadag 26. apríl
Andakt við Róland í skorini
174236