Eingin søkti hesaferð

Eingin søkti hesaferð
Eingin vil vera býarverkfrøðingur í Havn
Kommunur sleppa ikki at lata meira í løn enn sáttmálarnir siga.
 
05.07.2019 - 12:17

Eingin vil vera býarverkfrøðingur í Havn.

Nú Tórshavnar kommuna fyri fjórðu ferð í ár søkti eftir býarverkfrøðingi, var eingin umsøkjari, tá freistin at søkja fór týsdagin.

Fyrr í ár hava verið tríggjar umsóknir.  

Heini Eysturoy var býarverkfrøðingur í Havn fram til ársskiftið 2018/2019.

Síðani tá hevur tekniski stjórin í kommununi, Marius Müller, røkt starvið sum býarverkfrøðingur.

Lýst leyst

Marius Müller sigur, at starvið verður lýst leyst aftur. Men tað verður ikki fyribils.

Nú verður umskiping gjørd í umsitingini fyri næsta árið ella næstu tvey árini.

Kommunan hevur ikki loyvi til at samráðast um lønir. - Hon noyðist at halda seg til lønirnar í sáttmálunum.

Tað noyðast privatir arbeiðsgevarar ikki, so teir kunnu geva hægri løn enn sáttmálarnir siga.

Nú trot er á fólki á arbeiðsmarknaðnum kunnu privatir arbeiðsgevarar bjóða hægri løn enn sáttmálarnir siga. 


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 1. mai
Morgunlestur hósdagur 1.mai 2025
191015
Mikudag 30. apríl
Mono - Minimalisma í tónleiki (2:5)
191228
Mikudag 30. apríl
LEITISSTEIN 29.04.2025
191213
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 30. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
191210
Týsdag 29. apríl
Veðrið
191187
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114