Einki bakkast í Norðoyggjum

Einki bakkast í Norðoyggjum
Landsstýrismaðurin vísir aftur, at fiskivinnunýskipanin hevur gjørt, at fiskivinnan í Norðoyggjum hevur verið fyri bakkasti
Gadus er einasti flakatrolari í Norðoyggjum nú.
 
07.07.2019 - 16:20

Landsstýrismaðurin vísir aftur, at fiskivinnunýskipanin hevur gjørt, at fiskivinnan í Norðoyggjum hevur verið fyri bakkasti.

Høgni Hoydal hevur svarað floksfelaga sínum, Óluvu Klettskarð í Klaksvík, sum spurdi um fiskivinnuna í Norðoyggjum.

Svarið er, at gongdin í fiskivinnuni og møguleikunum í Norðoyggjum hevur verið framúr góð seinastu fýra árini. 

Eisini um samanborið verður við gongdina aðrastaðni í landinum.

Hetta byggir landsstýrismaðurin í hagtøl, sum hann hevur við í svarinum.

Hagtøl

Men hagtølini vísa eisini, at skip, sum keypa rættindi á uppboðssølu, hava avreitt fyri færri pengar í 2018 enn í 2017.

Nótaskip og íðnarskipini í Norðoyggjum landaðu fyri góðar 40 mió. kr. minni í fjør, hóast vøksturin fyri alt landið er 120 mió. kr.. 

Flakatrolararnir í Klaksvík fiskaðu eisini fyri færri milliónir í fjør enn í 2017. Flakatrolararnir í Klaksvík vóru ein færri í 2018 enn í 2017.

Munurin í avreiðingarvirðinum hjá flakatrolarum í Norðoyggjum er 60 mió. kr. 

Her er eisini afturgongd aðrastaðni í landinum. Afturgongdin er 40 milliónir krónur.

Inntøkurnar størri

Høgni Hoydal sigur, at tá tilfeingisgjald og uppboðssølugjøld eru drigin frá, eru inntøkurnar frá avreiðingum í Norðoyggjum samanumtikið vaksnar 244 mió. kr. seinastu fýra árini.

Hann sigur, at vert er at hava í huga, at makrelkvotan er minkað seinastu tvey árini, kvotan í Barentshavinum er eisini minkað og sildaprísurin er minkaður nógv.

Landsstýrismaðurin samanber gomlu og nýggju lógirnar.

Frá 2011 til 2014 avreiddu og landaðu skip og bátar í Norðoyggjum fyri 2,4 milliardir krónur.

Frá 2015 til 2018 vaks hetta talið upp í 3,1 milliard.

Samanuntikið, sigur Høgni Hoydal, hava hvørki tilfeingisgjald ella uppboðssølur havt neiliga ávirkan á fiskivinnnuna í Norðoyggjum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 24. oktober
Jambalaja - 241026
215314
Leygardag 24. oktober
LEITISSTEIN 23.10.26
215313
Leygardag 24. oktober
Upp á tá - 231026
215309
Leygardag 24. oktober
Radio Stjernekilde V - Partur 3
215229
Fríggjadag 23. oktober
Vikuskiftið 23 okt 2026
215288
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 24. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215308
Leygardag 24. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215306
Fríggjadag 23. oktober
Mentanarvirðislønir landsins 2026
215302
Fríggjadag 23. oktober
Veðrið
215286