Fyrst upp og so søkkjast aftur longri úti

Fyrst upp og so søkkjast aftur longri úti
Vágs kommuna hevur fingið loyvi til at søkkja tilfar á streymasjógvi úti fyri Vágsfjørð, tilfar, sum verður tikið upp, nú havnin í Vági skal dýpast
Tilfarið, sum verður tikið upp í havnini, skal søkkjast aftur uttan fyri fjørðin.
 
12.07.2019 - 12:43

Vágs kommuna hevur fingið loyvi frá Umhvørvisstovuni til at søkkja tilfar á streymasjógvi úti fyri Vágsfjørð, tilfar, sum verður tikið upp, nú havnin í Vági skal reinsast og dýpast.

Ætlanin er, at havnin skal verða átta metrar djúp. 

Roknað verður við, at 1.000 rúmmetrar av sandi og leysum tilfari verða tiknir upp í Vágs havn.

Seinast, loyvi varð givið Vágs kommunu til aftursøkking, sum slíkt eitur, var í 2006.

Hóast havbotnurin við bedingina er sera illa dálkaður, er tó talan um so smáar nøgdir og avmarkað øki, at loyvi er givið at søkja tilfarið haðani.

Umhvørvisstovan sigur í loyvinum, at er tað gjørligt, skal nytta fáast burtur úr tilfarinum, til dømis um tað kann brúkast til útfylling, so sum minst verður søkt. 

Aftursøkkingin kann tó ikki byrja, fyrr enn freistin at kæra avgerðina hjá Umhvørvisstovuni er farin 7.august.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 15. oktober
RagnarRokk 15.oktober 2026
214008
Hósdag 15. oktober
Nýtt ljóð
214851
Hósdag 15. oktober
Breddin: Fólkaskúlin og tøkni
214809
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846
Týsdag 13. oktober
Úr savninum: Havið ímillum (2:2)
110938
Týsdag 13. oktober
Veðrið
214715
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655