Funnu 45 kilo av sterkum rúsevnum

Funnu 45 kilo av sterkum rúsevnum
Tollvaldið í Íslandi fann 45 kilo av sterkum rúsevnum, tá Norröna kom til Seydisfjarðar hósdagin
Tollarar í Íslandi funnu 45 kilo av sterkum rúsevnum, tá Norröna kom til landið seinasta hósdag
Mynd: Savnsmynd (Ríkisútvarpið)  
 
04.08.2019 - 15:25

Tollarar í Íslandi funnu 45 kilo av sterkum rúsevnum, tá Norröna kom til landið seinasta hósdag. Tað skriva fleiri íslendskir fjølmiðlar.

Sambært keldum hjá íslendska Morgunblaðnum, var talan um bæði rúsevnini amfetamin og kokain, sum tollvaldið legði hald á hósdagin.

Sterku rúsevnini vóru fjald í einum bili, sum kom við Norrönu til Íslands hósdagin. Tað var rúsevnahundurin hjá tollvaldinum, ið snoddaði seg fram til rúsevnini.

Føroyska løgreglan onga áheitan

Bilurin er nú tikin sundur til kanningar, skrivar Morgunblaðið, men løgreglan á Eysturlandinum hevur tó ikki váttað hesar upplýsingarnar. Tveir útlendingar eru varðhaldsfongslaðir í tvær vikur.

Løgreglan á Eysturlandinum samstarvar við løgregluna í Reykjavík um málið, men meira vil íslendska løgreglan ikki siga um málið í løtuni sambært blaðnum.

Hetta er størsta nøgdin av rúsevnum, sum hald er lagt á í einum, í stívliga 10 ár í Íslandi. Tá løgdu myndugleikarnir hald á 55 kilo av rúsevnum.

Løgreglan í Føroyum hevur ikki fingið nakra áheitan frá íslendsku myndugleikunum um, at seta kanningar í verk her, upplýsir Steen Nørskov, chefpolitiinspektørur, í dag fyri útvarpinum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 8. oktober
Nýtt ljóð
214501
Hósdag 8. oktober
Breddin: Fíggjarlóg undir trýsti
214480
Mikudag 7. oktober
Skratsj 7. oktobur 2026
214456
Mikudag 7. oktober
Vágskálin: Heðin er ein stuttlig planta
213904
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 8. oktober
Veðrið
214507
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Mikudag 7. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214423
Týsdag 6. oktober
Veðrið
214392