Eingin kannar útbúgvingar

Eingin kannar útbúgvingar
Eingin hevur kannað, hvørja útbúgving ella førleikar, útlendingar hava, sum koma til Føroya at arbeiða
Ein kanning hjá fakfeløgum sigur, at eingin kannar útbúgvingar og førleikar hjá útlendingum, ið koma til Føroya at arbeiða
 
07.08.2019 - 07:25

Rumenar siga seg hava útbúgving sum handverkarar, men noyðast at vera í fakfelagi fyri arbeiðsfólk. Ikki allar útlendskar útbúgvingar, heldur ikki handverkaraútbúgvingar, eru góðkendar í danska ríkinum.

Men kanningin "Rumenar á loftinum" hjá 13 føroyskum fakfeløgum sigur, at eingin kannar útbúgvingar og førleikar hjá útlendingum, sum koma til Føroya at arbeiða.

Skjalprógving ikki kravt

Lógin um útlendska arbeiðsmegi í Føroyum krevur ikki, at arbeiðsgevarum nýtist at skjalprógva útbúgving og førleikar, tá arbeiðsloysið í Føroyum er minni enn 3,5 prosent.

Tað fór niður um hetta markið í desember í 2014. Tí er vandi fyri, sigur kanningin hjá fakfeløgunum, at handverkarar arbeiða í Føroyum, men verða løntir sum arbeiðsmenn.

Kemur tað til sparpskeringar, ella verður málið sett á spíssin, sum niðurstøðan sigur í kanningini, ber til at siga, at lógin ger dulda lønardumping møguliga í Føroyum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 15. november
Bolero - Niels V. Gade
216433
Sunnudag 15. november
Guðstænasta í Haldarsvíkar kirkju
216428
Sunnudag 15. november
Filosofiskur 8.partur
216351
Leygardag 14. november
TEMAPLÁTAN 40: 'Fahrenheit', Toto, 1986
215932
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 15. november
Møti
216442
Sunnudag 15. november
Eitt dýpi av dýrari tíð 2:2
216214
Sunnudag 15. november
Talvið um Tinganes (2:2) - teknmálstulkað
216435