Eldur í húsum í Hoyvík

Eldur í húsum í Hoyvík
Sjálvkyknandi olja í klútum var orsøk til, at eldur í nátt kom í eini hús
 
08.08.2019 - 07:21

Løgreglan fekk í nátt fráboðan um eld í einum húsum í Hoyvík. Stutt fyri klokkan eitt fór roykávararin at ýla, ringt varð til løgregluna, sum sendi boð eftir sløkkiliðnum.

Tað vísti seg, at tey, sum búðu í húsunum, høvdu smurt eina trappu við olju og høvdu koyrt brúktu klútarnar í rusk uttanfyri.

Men, sambært løgregluni, kunnu klútar sum hesir vera vandamiklir og kynda eld av sær sjálvum, serliga um teir liggja saman - og tað var júst tað, sum hendi í Hoyvík í nátt.

Nakað av roykskaða

Eldurin breiddi seg nakað upp eftir húsavegginum, men talan gjørdist ongantíð um nakran stóran skaða verður sagt av løgreglustøðini.

Tó var nakað av roykskaða og tey, sum búðu í húsunum, máttu leita sær ból aðrastaðni í nátt.

Hyggjuráðini, tá tú fæst við olju og klútar av hesum slagnum er at skola teir væl, ikki at leggja teir saman við øðrum tilfari og goyma teir burtur í einum jarn- ella glasílati, har luft ikki sleppur til.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 10. juli
RagnarRokk: Oskar Cedermalm um Masterflow
209119
Hósdag 9. juli
RagnarRokk 9.juli 2026
209721
Hósdag 9. juli
RagnarRokk: Mickey Dee um Lex Legion
209720
Hósdag 9. juli
Summarbeiti 9. juli 2026
210735
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 7. juli
Veðrið
210618
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 5mf kvinnur
210528
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 10mf
210525
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 5mf gentur 17-18
210523