Kostar yvir 15 milliónir at hava sendistovur

Kostar yvir 15 milliónir at hava sendistovur
Tær fimm føroysku sendistovurnar kostaðu 15,3 milliónir krónur í fjør
Sendistovan í Moskva kostaði yvir 700.000 krónur meira enn hon fekk játtað í fjør
 
10.08.2019 - 09:46

Dýrastu sendistovurnar eru í Danmark, Russlandi og í Bretlandi og Írlandi. Sendistovan í Moskva kostaði 777.000 krónur meira enn játtað varð til hennara.

Í fíggjarlógini eru góðar 2,7 milliónir. Í roknskapinum fyri 2018 standa góðar 3,5 milliónir krónur. Sendistovan í London kostaði slakar 3,5 mió. kr. í fjør, 445.000 krónur meira enn játtað var til hennara.

Sendistovan í Keypmannahavn kostaði eitt sindur meira enn tann í London. Sendistovan í Keypmannahavn kostaði góðar 3,6 mió. kr. í fjør, og tá kostaði hon 92.000 krónur minni enn ætlað.

Tíkið av játtanini

Í frágreiðingini hjá Landsgrannskoðanini um munin millum frávik og nýtslu í fjør stendur, at bústaðir, lønir og flutningur kostaðu meira enn mett.

Uttanríkisráðið upplýsir, at mett varð, at játtanin fór at halda. Tann vissan var so stór, at játtanin varð lækkað í september í fjør.

250.000 krónur vórðu fluttar av henni til arbeiðið hjá ÍSF at tryggja Føroyum sjálvstøðugan limaskap í IOC, altjóða olympisku nevndini.

Sætta føroyska sendistovan, tann í Beijing í Kina, skuldi lata upp 1. august. Fyrsti føroyski sendimaðurin í Kina verður Sigmundur Ísfeld.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 28. august
Vikuskiftið 28 aug 2026
212437
Fríggjadag 28. august
Søgan um Johnny Cash 8. partur
212406
Fríggjadag 28. august
Breddin: Politiskt orðaskifti um eldraøkið
212394
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 29. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212439
Fríggjadag 28. august
Veðrið
212423
Fríggjadag 28. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212386
Hósdag 27. august
Veðrið
212358
Mikudag 26. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212290