Kæran tikin aftur

Kæran tikin aftur
Kæran um biogassverkið, sum verður bygt á Skarðshjalla, er tikin aftur
Her verður biogassverkið bygt.
 
15.08.2019 - 12:14

Kæran um biogassverkið, sum verður bygt á Skarðshjalla, er tikin aftur.

Eigarafelagið Hoyvíkshædd, sum er býlingurin norðan fyri skúlan við Løgmannabreyt í Hoyvík, kærdi um staðsetingina og um vandan fyri lukti frá verkinum.

Kæran varð send landsstýriskvinnuni í umhvørvismálum, Sirið Stenberg, sum skuldi taka avgerð um hana.

Men tí sleppur hon undan, tí kæran er tikin aftur.

1,8 kilometrar eru millum Hoyvíkshædd og biogassverkið, upplýsir Umhvørvisstovan.

Borgarafundur hevur verið um biogassverkið.

Førka byggir

Partafelagið Førka, Føroysk náttúrorku, er farið undir at byggja biogassverk á Skarðshjalla í Hoyvík.

Biogassverkið hjá Førka, sum er dótturfelag hjá Bakkafrosti, fer at taka neytamykju frá landbúnaðinum og súrløgu av laksi og skarni frá smoltstøðum. 

Verkið fer at hava gassmotor, sum ger ravmagn burtur úr biogassinum so hvørt. 

Hitin frá gassmotorinum kann brúkast til fjarhita ella til onnur endamál. 

Harafturat kann viðgjørda tilfarið brúkast sum tøð í landbúnaðinum. 
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 14. oktober
Mono
214735
Týsdag 13. oktober
Breddin: Dýrir bensin- og oljudropar
214693
Týsdag 13. oktober
Hvussu kemur málið undan?
214689
Mánadag 12. oktober
Norðurljóð 12.oktober 2026
214429
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 13. oktober
Veðrið
214715
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655
Sunnudag 11. oktober
Møti úr Oasuni í Hoyvík
214615
Sunnudag 11. oktober
Andakt
214609
Leygardag 10. oktober
Sement 2026
214595