Fjølmiðlar: Trump vil keypa Grønland

Fjølmiðlar: Trump vil keypa Grønland
Amerikanski forsetin er áhugaður í, at keypa Grønland. Náttúrutilfeingið er stórt, heldur hann
Amerikanski forsetin, Donald Trump, er áhugaður í, at keypa Grønland, skriva fleiri amerikanskir miðlar
 
16.08.2019 - 10:09

Wall Street Journal og Washington Post, og fleiri onnur amerikansk bløð, vísa til fleiri dulnevndar keldur, ið siga, at Donald Trump er áhugaður í, at keypa Grønland frá Danmark. 

Amerikanski forsetin hevur eftir øllum at døma fleiri ferðir sagt, at hann hevur stóran áhuga í Grønlandi - millum annað orsakað av tí náttúrutilfeingi, sum er í Grønlandi. Tí vil hann fegin keypa Grønland. 

Donald Trump hevur sambært nøkrum dulnevndum keldum sett fleiri løgfrøðingar og ráðgevar at kanna, hvussu keypið kann fara fram. Hetta hevur fingið øði í millum annað fleiri fólkatingslimir í Danmark, sum vóna at hetta er skemt, skrivar DR.

Truman vildi keypa Grønland í 1946

Lars Løkke Rasmussen, formaður í Vinstra, skrivar á Twitter, at hetta má vera ein seinkað aprílsøga. Marcus Knuth, sum er grønlandsfrásøgufólk hjá Vinstra, sigur, at hetta ljóðar heilt óseriøst.

– Hvørki Grønland, Lolland, Bornholm ella aðrir partar av ríkisfelagsskapinum eru til sølu, sigur Lars Løkke Rasmussen.

Hetta er ikki fyrstu ferð, at ein amerikanskur forseti roynir at keypa Grønland, sambært tíðindastovuni, AP. Í 1946, undir Harry Truman, bjóðaði USA dønum 100 milliónir dollarar fyri Grønland.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 6. november
Vikuskiftið 6 nov 2026
216044
Fríggjadag 6. november
Eitt korter við jazzi 5. november 2026
216040
Fríggjadag 6. november
LEITISSTEIN 06.11.2026 (Benjamin Rajani)
216031
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 6. november
Veðrið
216045
Fríggjadag 6. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216011
Hósdag 5. november
Veðrið
215981
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928