Veljarakanning: Andstøðan vinnur

bannari
Veljarakanning: Andstøðan vinnur
Samgongan fær 15 tingsessir og missir meirilutan. Andstøðuflokkarnir fáa 18 sessir
 
19.08.2019 - 15:08

Fólkaflokkurin verður størsti flokkur á løgtingsvalinum 31. august, og samgongan missir meirilutan.

Tað vísir ein veljarakanning, sum Gallup hevur gjørt fyri Kringvarpið.

Kanningin vísir, at samgongan missir tveir tingsessir, og fær tilsamans 15 sessir.

Andstøðuflokkarnir fáa tilsamans 18 sessir.

Býtið

Fólkaflokkurin, sum verður størsti flokkur, fær tveir sessir aftrat, og fær 8 tingsessir. Fólkaflokkurin fær 24,1 prosent av atkvøðunum.

Javnaðarflokkurin er næststørstur flokkur. Hann fær 21,2 prosent av atkvøðunum, men missir ein sess, og fær sjey tingsessir.

Sambandsflokkurin fær 20,1 prosent av atkvøðunum. Tað gevur ein sess aftrat, og Sambandsflokkurin fær sjey tingsessir tilsamans.

Tjóðveldi fær 18,2 prosent. Flokkurin missir ein sess, og fær tilsamans seks sessir.

Framsókn og Miðflokkurin varðveita báðar sínar tingsessir. Teir fáa ávikavist 7 og 5 prosent av atkvøðunum.

Sjálvstýri fær 3,5 prosent av atkvøðunum, og missir annan tingsessin.

Hvørki Framtakið fyri rættinum at velja kannabis ella Føroyaflokkurin verða umboðaðir í nýggja løgtinginum. Framtakið stendur til at fáa eitt prosent av atkvøðunum. 

Óvissan í kanningini er 1,8 prosent hvønn vegin.

541 spurd

Gallup gjørdi kanningina frá 12. til 16. august, sum var dagin fyri, at valevnislistarnir skuldu verða valnevndini í hendi. 

541 fólk vórðu spurd í kanningini.

HER KANST TÚ SÍGGJA VELJARAKANNINGINA

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 5. november
Veðrið
215981
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215890
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215891