Trump vitjar ikki í Danmark kortini

Trump vitjar ikki í Danmark kortini
Amerikanski forsetin kemur ikki til Danmarkar hóast alt. Orsøkin er, at Grønland ikki er til sølu, og so er ikki so nógv at tosa um, sigur hann
Donald Trump hevur avlýst ætlaðu vitjanina í Danmark, tí Grønland ikki er til sølu
 
21.08.2019 - 08:05

Søgan um at Donald Trump ikki kemur til Danmarkar kortini, tí Grønland ikki er til sølu, vekir bæði ans og undran í øllum teimum stóru miðlunum. 

Amerikanski forsetin skrivaði soleiðis á Twitter í gjárkvøldið:

 

 

Í einum uppfylgjandi boðum á Twitter skrivar forsetin, at Mette Frederiksen við at vera so avgjørd, tá hon hevur afturvíst at selja Grønland, hevur spart bæði USA og Danmark fyri útreiðslur og stríð.

– Tað takki eg henni fyri, og eg gleði meg til at finna ein nýggjan dag til eina vitjan í framtíðini, skrivar Donald Trump, forseti. Og fleiri danskir politikarar ógvast við boðini frá Trump.

Fyrireikingar longu gjørdar

Nógv hava fyrireikað seg til vitjanina. Kongshúsið staðfestir bara yvir fyri DR, at vitjanin verður av ongum og hevur ikki meira at siga.

Dansk Industri sigur seg harmast avgerðina, tí hetta var ein einastandandi møguleiki at fáa samskifti við amerikanska forsetan um týdningarmikil mál fyri Danmark, til dømis at USA hevur tikið seg úr París-veðurlagsavtaluni.

Aksel V. Johannesen, løgmaður, hevur boðað frá, at hann fór at luttaka á fundinum við Donald Trump, sum skuldi vera 2. og 3. september, men tað verður so av ongum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 26. oktober
Norðurljóð 26.oktober 2026
214433
Mánadag 26. oktober
RagnarRokk: Justin Storms um The Arsonist
215050
Sunnudag 25. oktober
Bolero 25. oktober 2026
215336
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215335
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334
Leygardag 24. oktober
Sement-finalan 2026
215329