Upprunafólk kroyst: børnini hava tørv á Amasona

Upprunafólk kroyst: børnini hava tørv á Amasona
Amasonskógurin brennur, men fyri upprunafólkið er Amasona meira enn ein skógur. Tað er teirra heim. 
Scanpix
 
24.08.2019 - 16:14

Teir nógvu skógareldarnir í Amasona ávirka trø, djór og fólk. Tað skrivar DR. 

Við bleytum pinnum og berum hondum mála limir í Mura-ættini reyðlittar strikur á kjálkar, nøs, pannu og búkin. Tey taka boða og píl í hond, tí nú fara tey at berjast fyri at verja sítt heim í Amasonskóginum. 

Amasonskógurin brennur, men fyri upprunafólkið er Amasonas meira enn ein skógur. Tað er teirra heim. 

-Fyri hvønn dag sum fer, síggja vit hvussu skógurin verður oyðilagdur: avskóging, innrásir og trø verða feld. Vit eru kedd um, at skógurin doyr. Vit merkja veðurlagsbroytingarnar, og heimurin og børnini hava tørv á skógini. Tað sigur Andech Wakana, sum er ein av leiðarunum hjá Mura-fólkinum, við Reuters. 

Mura-ættin telur 15.000 fólk, og tætt við teirra bygd í Amason-lendinum hava maskinur sett síni spor í stórum økjum, sum eru avskógaði. 

-Vit síggja hvussu trøðini eru feld og vit síggja alt sum er oyðilagt. Okkara mál er at verja okkara øki, náttúru, trø og djór, sigur Andech Wakana. 

Skógarruddingin, sum skal fremja landbúnaðin og námsvinnuna, er ein stórur trupulleiki í Amasonas. Amason-skógurin verður ofta kallaður "heimsins lungu". Upprunaliga var skógurin 4 milliónir ferkilometrar, og sambært The Economist eru 800 túsund av hesum ferkilometronunum nú burtur. 

En lættur máti at beina fyri skóginum er at brenna hann. Og hetta hendir í stóran mun hesar dagarnar. Hesa árstíðina eru vanliga nógvir skógareldar í Amasonas. Men í ár eru skógareldarnir tvífaldaðir. 

Síðani týsdagin eru fleiri enn 10 túsund nýggir eldar ásettir, skrivar DR. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 18. apríl
Jambalaja - 180426
207246
Leygardag 18. apríl
Vikugesturin: Tá ið trúgvin er alt
207241
Leygardag 18. apríl
Vikan 18. apríl 2026
207239
Leygardag 18. apríl
Morgunlestur leygardagur 18.apríl 2026
207025
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 18. apríl
Fótbóltur: HM-undansending
207254
Fríggjadag 17. apríl
Manscaping
207201
Fríggjadag 17. apríl
Veðrið
207227
Fríggjadag 17. apríl
Kakumiks 2 (5:7)
207209
Fríggjadag 17. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
207190