Løgreglan: Dálking kemur frá EFFO-bunkringsskipan

Løgreglan: Dálking kemur frá EFFO-bunkringsskipan
Oljudálkingin við Leitisvatn kemur frá oljufelagnum, sigur løgreglan. Nærri greiningar mugu gerast fyrst, sigur oljufelagið
Enn er óvist, hvussu nógv flúgvarabensin - jetfuel - er runnið í Leitisvatn, eftir at ein oljuleki varð staðfestur sunnudagin
 
13.09.2019 - 08:20

Tað er eingin ivi um, at oljudálkingin við Leitisvatn kemur frá bunkringsskipanini hjá EFFO. Tað sigur Kristina Christiansen, økisleiðari hjá løgregluni, sum kannar málið.

Olja er ikki likin úr sjálvum tangunum, sum at síggja til eru óskalaðir, men olja er staðfest rundanum tangarnar, sum hava verið grivnir niður, og er at finna í lendinum, har rør og pumpuskipanin hjá EFFO er, sigur løgreglan. 

Royndir eru tiknar av oljuni niðri við vatnið, í ánni og í lendinum rundanum tangarnar, men tær eru ikki sendar til greiningar enn. Tær kunnu sendast til greiningar seinni, um tað gerst neyðugt, sigur Kristina Christiansen.

EFFO: Greiningar mugu gerast fyrst

Sambært EFFO ber ikki til at staðfesta uttan greining, at oljan stavar frá tangunum hjá EFFO. Tangarnir hava staðið við 90.000 litrum av olju, hóast EFFO ikki hevur brúkt skipanina í gott ár. 

Spurdur um, hví EFFO ikki tømdi tangarnar beinanvegin, sigur Janus Thomsen, stjóri hjá oljufelagnum, at tað er ein spurningur um timing.

Løgreglan arbeiðir í løtuni við at lýsa málið út í æsir. Tað ber millum annað í sær avhoyringar av starvsfólki um mannagongdir og annað. 

Tá málið er allýst verður tað latið Umhvørvisstovuni við einum tilmæli, til dømis um eina bót til tann, sum hevur ábyrgdina. Tekur viðkomandi ikki við bótini, verður málið beint í rættin, sigur Kristina Christiansen, økisleiðari.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 17. desember
Tónleikasending Mono
201663
Mikudag 17. desember
Skratsj 17. desembur 2025
201652
Mikudag 17. desember
Góðan morgun Føroyar
201642
Mikudag 17. desember
Kvinnan og prædikan
201622
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 17. desember
Dagur og vika - teknmálstulkað
201638
Týsdag 16. desember
Veðrið
201604
Týsdag 16. desember
Dagur og vika - teknmálstulkað
201577
Mánadag 15. desember
Veðrið
201552