Nógv verri dálking frá flogferðslu

Nógv verri dálking frá flogferðslu
Útlátið av vakstrarhúsgassi frá flogferðslu verður so nógv verri enn áður mett, tí fólk fara at flúgva meira enn mett
 
20.09.2019 - 16:24

Tað vísir ein nýggj kanning, sum International Council on Clean Transportation hevur gjørt.

The New York Times skrivar, at nýggju forsøgnirnar siga, at skaðiligu útlátini frá altjóða flogferðslu kunnu vaksa meira enn hálva-aðru ferð skjótari, enn ST annars hevur mett.

ST hevur í síni forsøgn sagt, at tey umleið 900 milliónir tonsini av CO2, sum flogferðslan dálkaði í 2018, verða trífaldað í 2050. 

Setir trýst á altjóða myndugleikar

Men nýggja kanningin sigur altso, at hugurin at ferðast veksur so nógv, at dálkingin fer at vaksa upp móti hálvaaðru ferð skjótari enn metingin hjá ST sigur.

Nýggja og dapra forsøgnin setir trýst á altjóða loftferðslumyndugleikar, sum skulu hava fund á hægsta stigii næstu viku.

– Trupulleikin við flogferðslu og veðurlagsbroytingum er verri enn nakar hevur hildið. Gamaní, gagnnýta nýggj flogfør orkuna betri nú, men alt hatta verður køvt av eftirspurninginum, sigur Brandon Graver, sum stóð á odda fyri nýggju kanningini, við The New York Times.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 23. oktober
Vikuskiftið 23 okt 2026
215288
Fríggjadag 23. oktober
2. partur
215278
Fríggjadag 23. oktober
Beinleiðis úr Studio 5 - Søren Manscher
215266
Fríggjadag 23. oktober
Breddin: Grøna orkuskiftið er steðgað upp
215263
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 24. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215308
Leygardag 24. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215306
Fríggjadag 23. oktober
Mentanarvirðislønir landsins 2026
215302
Fríggjadag 23. oktober
Veðrið
215286
Hósdag 22. oktober
Veðrið
215237